John Kári Jacobsen verður skipari á gamla Klakki, sum framyvir fer at hoyra til JFK.
John Kári Jacobsen verður skipari á gamla Klakki, sum framyvir fer at hoyra til JFK.
Fyri nøkrum vikum síðani gjørdist greitt, at eigararnir hjá Klakki høvdu gjørt av, at skifta bát og fáa eitt frysti línuskip inn fyri núverandi Klakk. Síðani hevur verið ógreitt, hvat fór at henda við gamla Klakki. Men nú er greitt, at gamli Klakkur heldur fram í Klaksvík og undir einum felag hjá JFK. John Kári Jacobsen úr Hvannasundi hevur seinastu árini verið skipari á útróðrabátinum Bragd og tað verður hann, sum skal føra gamla Klakk.
– Vit fara at fiska uppá fiskiloyvið hjá Polarstjørnuni, sum er seld til Grønlands, og tí verður tað í stóran mun undir Føroyum, at vit fara at royna. Møguliga fara vit onkran túr til Eystur Grønlands seinni. Ætlanin er at fara avstað mánadagin ella týsdagin. Fyrsta túrin vera nakrir av dekkarunum við, sum hava verið við hesum skipinum seinnu árini. Men eftir tað verður tað væntandi ein heilt nýggj manning, sum vit skulu hava. Ætlanin er at hava 14 mans við hvønn túr. Umstøðurnar umborð eru góðar og skipið er í góðum standi, so vónandi verður tað ikki ein trupulleiki at fáa fólk, nú vit skulu hava nýggja manning. Klakkur hevur altíð fiskað væl, so vónandi heldur tað fram. Men hetta er nýtt fyri meg, tí eg havi fyri tað mesta fingist við útróður og tað er ikki tað sama, sigur John Kári jacobsen við nordlysid.fo.
Hann sigur, at skipið fer at skifta navn innan stutta tíð, og at skipið møguliga fer at eita Polarstjørnan.




