Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Myndir frá leitingini í Leirvíksfirði og Kalsoyarfirði

Oliver Joensen

Umleið 30 bátar og skip leitaðu í Leirvíksfirði og Kalsoyarfirði. Tað vil siga, at hetta var talið av bátum, ið var næst Borðoynni og Kunoynni. 

Norðlýsið var við Kallanes, og fari var tá klokkan var farin av níggju ímorgun og enn ikki var rættuliga ljóst. Leiðin gekk suður á Borðoyarnes, har leitingin byrjaði fyri hendan bátabólkin. Umleið 30 bátar vóru sum sagt í hesum bólkinum, men tá komið var norður ímóti Leirvík, sóust eisini bátar úr Djúpunum, so har var ein rættuliga stór mongd av bátum og skipum at síggja.

Vit hildu so fram norður ígjøgnum Kalsoyarfjørð. Tá komið varð somikið langt norður at Heystmúli var tvørs og skiparin hevði tikið ferðina av skipinum, tí nú var bert eftir at fara út á hav, komu boðini um at líkið av manninum var funnið á Oyndarfirði.

Sigast má, at tað var rørandi at síggja allan flotan í Fjørðinum og sum onkur av manningini segði: “Tað fara nógvar bønir upp til hin alvalda hesa stund, har biðið verður um at unglingin verður funnin”. Og so varð, líkið av unga manninum varð funnið ídag.