Klaksvík
5,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hanus Hansen gevst í Grønlandi

John William Joensen

– Vit hava mist nógvan pening í Grønlandi, og fíggjarliga eru vit undir trýsti í Føroyum, sigur Hanus Hansen við heimasíðuna hjá Kringvarpinum

Vit hava mist nógvan pening í Grønlandi, og fíggjarliga eru vit undir trýsti í Føroyum, sigur Hanus Hansen við heimasíðuna hjá Kringvarpinum.

Hanus Hansen hevur lagt frá sær sum nevndarformaður í grønlendsku feløgunum Arctic Prime Productions og Arctic Prime Coastal.

Tað skrivar Sermitsiaq.

Eftir sjey ár í Grønlandi eru partabrøvini seld íslendskari familjufyritøku, har Gudmundur Kristjansson í Reykjavík er nevndarformaður.

Sermitsiaq skrivar, at hvørgin parturin vil upplýsa sølukostnaðin, men Hanus Hansen staðfestir kortini, at upphæddin samsvarar við tað, sum føroyingar hava sett í feløgini.

Mist nógvan pening

– Vit hava mist nógvar pengar í Grønlandi, og fíggjarliga eru vit undir trýsti í Føroyum. Tí tóku vit av tilboðnum úr Íslandi, sigur hann við blaðið.

Arctic Prime Production rekur trý virki, tey eru í Qaqortoq, Nanortalik og Kuummiut,meðan dótturfeløgini hava tveir stórar trolarar og reka fleiri minni fiskifør.

Hallið í 2012 var 13,7 milliónir krónur. Tilsamans høvdu feløgini ein negativan eginkapital upp á 17,5 milliónir krónur.

Kelda: kvf.fo

Harleywoodpaint