Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

OL- og Diabetesátakið 2013

Fólkaheilsuráðið

Í september í ár fór Fólkaheilsuráðið undir KOL / Typa2 diabetes átakið 2013 kring landið.

Í september í ár fór Fólkaheilsuráðið undir KOL / Typa2 diabetes átakið 2013 kring landið.

Diabetes ella sukursjúka og kronisk obstruktiv lungnasjúka, ella roykaralungu eru fólkasjúkur. Báðar hesar sjúkur eru soleiðis, at fólk kunnu hava tær uttan at vita tað, ella geva sær fær um tað. Men við tað at báðar sjúkurnar kunnu bøtast munandi, um rætt verður borið at, er tað umráðandi at ávísa tær so tíðliga sum møguligt. Tí tá fólk hava fingið at vita, at tey hava eina sjúku, taka summi annað skinn um bak og broyta lívsstíl og byrja harumframt at taka heilivág, sum fyribyrgir tær avleiðingar, sum annars eru væntandi.

Fólkaheilsuráðið fór undir hetta átak, fyri at gera vart við hesar báðar sjúkur í almenninginum. Hugsanin var, at við at kunngera kanningarmøguleikan, so gjørdu vit eisini fólk varug við hesar sjúkur, sum so fólk sjálvi kundu meta um, hvørt tey vóru í vandabólki ella ei. Fyri diabetes er tað ættarbregði, fiti og likamsóvirkni. Fyri KOL ella bronkitis er tað stórt sæð bara tubbaksroyking.

Mett varð, at tað ganga einir túsund føroyingar við typu2 diabetes, uttan at vita tað. Ilt er at siga hvussu nógvir føroyingar hava KOL, men brúka vit donsk tøl at miðja okkum eftir, eru tað umleið 3000, ella nakað tað sama sum talið av fólki við typu 2 diabetes.

Vit valdu at gera eina kanning, sum vit rópa eina screening. Tað merkir at øll sum hava hug kunnu koma til eina sera einfalda og stutta kanning. Úrslitið kunnu fólk so brúka til at miðja seg eftir, soleiðis at skilja, at um okkurt er órættvorðið, ella liggur á markinum, biðja vit tey fara til nærri kanningar hjá sínum kommunulækna. Vit valdu at máta HbA1C í einum blóðsdropa úr fingrinum, og við hesum kunnu vit siga, hvat blóðsukrið hevur verið í miðal seinastu mánaðirnar. Hetta er eitt rættiliga eftirfarandi mál fyri, um sukurstoffskiftið er sum tað skal vera ella ikki. Vit flokkaðu fólk í 3 bólkar: tey normalu, tey sum høvdu sukursjúku og tey, sum høvdu byrjandi sukursjúku – eru í einum forstadinum, so at siga. Vit kannaðu lungnafunktiónina við at gera eina sonevnda spirometri, t.e. at persónurin skal anda so hart út sum hann orkar. Um lungnapípurnar eru vorðnar ov trongar av t.d. royking, so tekur tað longri tíð at fáa luftina út – og tað er tað vit rópa kronisk obstruktiv lungnasjúka ella KOL.

Screeningin byrjaði í september og endaði fyrst í desember, og tá vóru 1295 fólk kannað fyri KOL- og Typu2 diabetes. Hetta er nakað meiri, enn miðjað var eftir í fyrstani. Vit høvdu roknað við einum túsund fólkum, men tá gongd var

komið á átakið, varð hildið fram eitt sindur inn í desember. Nú eru so tølini tøk og kunnu vera við til at økja um vitanina innan hesi bæði øki. Vert er at leggja afturat, at tey sum eru ringast fyri, halda seg ofta aftur at koma til slíkar kanningar og ger tað, at vit ikki fáa fatur á øllum. Nøkur eru ivaleyst bangin fyri, hvørji boð vænta teimum, og soleiðis lata tey vera við at koma til kanningina.

Fólkaheilsuráðið setti sær fyri at finna nøkur av hesum fólkunum, sum ikki vita av, at tey eru á vandaleið. Roknast kann við, at talið fer at vaksa tey komandi árini, samstundis sum støðugt fleiri og eisini yngri fólk fara at fáa sjúkuna.

Hetta slagið av diabetes er nær tengt at lívshátti. Týdningarmiklastu vandatættirnir eru ov lítil rørsla, skeivur kostur og yvirvekt. Ættarbregði hevur eisini týdning, eins og ávís sløg av heilivági kunnu økja um vandan fyri at fáa sjúkuna. Typu2 diabetikarar eru í vanda fyri at fáa ymiskar komplikatiónir og fylgisjúkur.

Ráðið setti sær eisini fyri at finna teir roykjarar, sum hava KOL (kronisk obstruktiv lungnasjúka), ella “Roykjaralungu”, sum tað eisini verður nevnt. Henda sjúka hevur við sær álvarsligar heilsuligar avleiðingar fyri tey, sum fáa hana. Royking er atvoldin til 85-90 av øllum tilburðum av KOL. Vandin fyri at fáa KOL er tengdur at teimum sokallaðu pakkaárunum, eitt pakkaár er 20 sigarettir dagliga í eitt ár. Umframt royking kann arbeiðsumhvørvi eisini í ein ávísan mun hava við sær KOL.