Harley
Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Løgmaður tvídeildur í tunnilsmálunum

Norðlýsið

Hóast Anfinn Kallsberg, fyrrverandi løgmaður, sum átti uppruna uppskotið til lógina um Norðoyatunnilin, er vísir í at tað ongantíð var ætlanin at rinda innskotspeningin hjá landsskassanum aftur, er núsitandi løgmaður tvídeildur. Eisini í spurninginum um almenna veðhaldið í Skálafjarðatunnlinum er Kaj Leo Holm Jóhannesen tvídeildur.

Hóast Anfinn Kallsberg, fyrrverandi løgmaður, sum átti uppruna uppskotið til lógina um Norðoyatunnilin, er vísir í at tað ongantíð var ætlanin at rinda innskotspeningin hjá landsskassanum aftur, er núsitandi løgmaður tvídeildur. Eisini í spurninginum um almenna veðhaldið í Skálafjarðatunnlinum er Kaj Leo Holm Jóhannesen tvídeildur.

Verður tunnilin latin landinum sum upprunliga var ætlað, nevniliga tá lán eru afturgoldin hevur yvirtøkan onga ávirkan á landskassan uttan tær sum eru nevndar í lógini, nevniliga at landskassin fær útreiðslur av rakstrinum eins og vanligt er við øðrum farleiðum.

Men skulu brúkarar framhaldandi rinda bummgjald eftir at lánini eru goldin – til upprunaliga játtanin frá landinum eisini er afturgoldin – er talan um eina tvangs-gávu til landskassan, sum tá kemur at hava eitt virði uppá meira enn hálva milliard. Samlaða ognin í P/F Vágatunnlinum er góðar 200 mió. kr. og samlaða ognin í P/F Norðoyatunnlinum er góðar 300 mió. kr..

Men hóast fyrrverandi løgmaður sum eigur uppskotið til lóg um fast samband um Leirvíksfjørð, og sum hevur skriva viðmerkingarnar til lógina, er púra vísur í at tað ongantíð var ætlanin at brúkaragjaldi skuldi brúkast til annað enn at rinda niður lán, so hevur verandi løgmaður skift meining.

Gleðir seg til tað verður ókeypis at koyra í Norðoya- og Vágatunnlinum

Tann 06.08.2013 – 09:21 sigur Føroya Løgmaður hetta í samrøðu við Norðlýsið:

Í morgun skal løgtingið viðgera ikki færri enn trý uppskot um ein nýggjan Skálafjarðartunnil. Samtykkir løgtingið at tað almenna skal byggja tunnilin so kemur hetta at binda landskassan fyri tvær til tríggjar milliardir krónur tey næstu árini, men sambært løgmanni er hetta ikki ein møguleiki.

– Fyri okkum í samgonguni er bara eitt uppskot og tað uppskot sum er gjørt sambært løgtingslóg har loyvt verður privatum felag at byggja og reka tunnilin til íløgan er afturgoldin.

– Hendan loysnin sum landsstýrismaðurin í Innlendismálum hevur arbeitt við bindir ikki landskassan fyri eina krónu og tá hetta uppskotið er samtykt fara vit at byrja avsetingar til ein nýggjan Sandoyartunnil sum breið semja er um í løgtinginum.

– Eg skilji ikki hví ávísir politikarar nú mæla til almennar tunnilsætlanir fíggjaðar við bummgjøldum úr Norðoya- og Vágatunnlinum. Tá Norðoya- og Vágatunnilin hava rinda lánsgjøldini aftur verða partafeløgini avtikin og handaði landinum eins og tað alla tíðina hevur verið ætlanin, og eg má siga sum er at eg gleði meg til tað verður ókeypis at koyra gjøgnum Norðoya- og Vágatunnilin.

– At binda landskassan til milliarda íløgur í Skálafjarðartunnilin hevur ongantíð verið ætlanin hjá hesi ella undanfarnu samgongu og kemur sjálvsagt ikki uppá tal, sigur Kaj Leo Jóhannensen, løgmaður.

Løgmaður svarar Poul Michelsen um Vágatunnilin og Norðoyatunnilin

Fyrispurningurin er soljóðandi:

Eru løgtingslógirnar um fast samband um Vestmannasund og um Leirvíksfjørð avtiknar?

Um ikki – er so ætlanin at avtaka lógirnar í næstum?

Um lógirnar framhaldandi skulu virka – hvat er so ætlanin at brúka partapeningin upp á tilsamans kr. 395 mió. til?

Er hesin peningur partur av samlaða tunnilspakkanum hjá samgonguni?

Svar:

Til 1: Hvørgin av nevndu løgtingslógum eru avtiknar og eru tí í gildi.

Til 2: Samgongan hevur, sum er, ikki ætlanir um at avtaka lógirnar í næstum. Ei heldur er ætlanin at broyta tær, og eftir lógini skal úveganarkostnaðurin gjaldast aftur bæði tann parturin, sum er fíggjaður við eginpeningi og tann parturin, sum er fíggjaður við láni.

Til 3: Sum er, verður partapeningurin nýttur til lutvísa fígging av íløguútreiðslunum av Vága­tunlinum og Norðoyatunlinum. Tá peningurin soleiðis er bundin í partabrøv, kann hann ikki brúkast til onnur endamál, uttan at hann fyrst verður loystur. Landið kann loysa peningin við at avhenda partabrøvini. Til tess krevst lógarbroyting, men sum víst á í svarinum til 2. spurning, eru ongar slíkar ætlanir.

Tunnilsfeløgini kunnu eisini rinda landskassanum vinningsbýti/útluting, inntil upphæddin av innskotna partapeninginum er rokkin, sí svarið til spurning 2.

Til 4: Um tað við “samlaða tunnilspakkan” verður hugsað um uppskotið hjá landsstýrismann­in­um í innlendismálum um broyting í løgtingslóg um einkarætt til at byggja, reka og fíggja undirsjóvartunnil undir Skálafjørð og Tangafjørð og um arbeiðið, sum er í gongd við at finna loysn fyri føstum sambandi til suðurøkið, er svarið nei. Víst verður eisini til svarini uppá 2. og 3. spurning.

Tinganes, 16. august 2013

Kaj Leo Holm Johannesen

løgmaður

Løgmaður: Landskassin fer ikki at veðhalda fyri Skálafjarðatunnilin

Eg vónið ikki at tað verður í okkara tíð at landið aftur ferð at veðhalda fyri stórar verkætlanir, tí hetta kendu vit sviðan av í kreppuni fyrst í 90-unum.

Tann 11.07.2013 – 12:43 sigur løgmaður soleiðis í samrøðu við norðlýsið:

Tað hevur alla tíðina ligið í kortunum at Skálafjarðartunnilin skuldi byggjast av privatum tí vit hava longu í dag vegasamband sum er ein almenn farleið.

Vit hava skyldu mótvegis sunnara parti av landinum at syrgja fyri at arbeitt verður fram ímóti at binda hendan partin av landinum tættari saman við miðøkið. Tí er næsta stigið at tað almenna ferð í holt við at byggja Sandoyartunnilin, men hendan ætlanin verður av ongum um landskassin skal fíggja eina nýggja farleið afturat til norðurøkið har sum vit longu hava eina almenna farleið framanundan.

Landsstýrið hevur og kann bert arbeiða eftir lógarsamtykt og løgtingið hevur samtykt at loyva privatum at byggja ein tunnil inn á Skálafjørðin og tað er púra greitt at landskassin skal ikki veðhalda fyri hesi privatu verkætlan.

At koma nú og krevja at landið skal fremja lántøkur fyri hundratals milliónir til byggja eina farleið afturat millum Skálafjørðin og Havnina er fullkomiliga burtur við, sigur Kaj Leo Holm Jóhannesen

Í dag arbeiður samgongan við einari almennari loysn har landskassin skal veðhalda.