Vánaligt veður hevur ávirka fiskiskapin hjá smærru trolbátunum í vetur men fríggjadagin seldi trolbáturin Fiskaklettur fyri góðar 700.000 kr eftir at hava verið til fiskiskap í góðar 6 dagar.
Vánaligt veður hevur ávirka fiskiskapin hjá smærru trolbátunum í vetur men fríggjadagin seldi trolbáturin Fiskaklettur fyri góðar 700.000 kr eftir at hava verið til fiskiskap í góðar 6 dagar.
Fríggjadagin landaði Fiskaklettur 23 tons til NFCS harav góð 15 tons var havtaska – sum er ein óvanliga nógv fyri ein túr
Prísurin á havtasku liggur um 40 kr. pr. kg. og hendan túrin seldi Fiskaklettur fyri góðar 700.000 kr. eftir at hava verið til fiskiskap í seks dagar.




