Eg bílegði fyri tveimum mánaðum síðani ein tvívegis ferðaseðil Kastrup-Vágar-Kastrup í februar vegna ein samstarvsfelaga. Útferð mikudag og heimferð sunnudag. Kostnaður 2.140 kr. (slett ikki so galið eftir føroyskum mátistokki), skrivar kendi viðmerkjarin, Kári Mikkelsen, á facebook

Síðani kom okkurt ímillum, og ferðaseðilin mátti fyri nøkrum døgum síðani broytast til heimferð leygardag ístaðin fyri sunnudag. Kostnaður fyri broytingingina heilar 2.646 kr. Altso 500 kr. meira enn samlaði ferðaseðilin longu hevði kostað. Fryntliga daman á Atlantsflog var hvørki til at høgga ella stinga í. Prísur íalt 4.786 kr. Ístaðin fyri at nýta heimferðina fekk eg tað hugskot umvegis atlantic.fo at bíleggja eina einvegis ferð aftur til Kastrup, og nú var tað, at eg av álvara gjørdist bilsin. Prísur einvegis 1.360,00 kr. Sostatt “spardi” eg næstan 1.300 krónur í mun til tað, sum Atlantsflog umvegis flogavgreiðsluna kundi bjóða mær. Um eg hevði góðtikið broytingarkostnaðin, hevði ferðin t/r kostað 4.785 kr. (sum omanfyri nevnt), men við at siga farvæl til returferðina og keypa hana av nýggjum á heimasíðuni sum einvegis ferðaseðil, kom eg niður á 3.500 kr. Skil tað, hvør ið vil, eg geri tað ikki!