Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eg komi við frágreiðingini

John William Joensen

Jørgen Niclasen sigur at sjálvur kemur hann við einari frágreiðing, men tað hevur verið sera trupult at fingið fatur á skjølum, umframt at nakrir av persónunum eru ikki millum okkum longur. Sjálvur visti hann ikki at Grannskoðan landskassan hevði skrivað eina frágreiðing fyrr enn í 2008 og ikki fyrr enn nú at fútin hevði gjørt kanningar í málinum og var komin til eina niðurstøðu.

Høvuðssøgan hesa vikuna er leikluturin sum Jørgen Niclasen hevði tá hann fyri meira enn 20 árum síðan var stjóri hjá P/F N. Niclasen. Høvuðspersónurin sigur at hetta hevur verið ein trupul tíð har hann samstundis sum ákærurnar hava verið ógvusligar, eisini sjálvur hevur havt avmarkaða vitan um málið.

Eg var púra óvitandi um at grannskoðanardeild landskassans hevði skriva eina frágreiðing, sum var send fútanum. Ikki fyrr enn í 2008 tá fjølmiðlar biðja um innlit í málið, verið eg hoyrdur sum partur í málinum í samband við innlits umbønina.

Men eg visti als ikki at Fútin hevði gjørt avhoyringar í málinum, ei heldur at Fútin eisini var komin til eina niðurstøðu. Men eg eri sjálvandi noyddur at fyrihalda meg til hesar upplýsingar og síðani málið kom fram havi eg saman við advokati mínum arbeitt við at finna skjøl fram í málinum og tað hevur ikki verið lætt. Sjálvi eiga vit eingi skjøl frá hesi tíðini og harafturat eru nakrir av persónunum í málinum ikki longur ímillum okkum og tí hava vit verið noydd til at fáa hendur á skjølum aðrastaðni.

Nú er frágreiðingin komin so væl áleiðis at eg vanti at vit kunnu leggja hana fram í morgin ella so skjótt sum til ber – men vit hava ikki enn tikið støðu til hvussu tað verður gjørt.