Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Føroyskir ungdómar til London at kappast í altjóða oljuleiting

John William Joensen

Seinni í vikuni fara fýra næmingar frá Tøknibreytini á Tekniska Skúlanum í Klaksvík til London at kappast við luttakarar úr Canada, USA, Grønlandi, Íslandi, Danmark, Stórabretlandi og Noregi.

Seinni í vikuni fara fýra næmingar frá Tøknibreytini á Tekniska Skúlanum í Klaksvík til London at kappast við luttakarar úr Canada, USA, Grønlandi, Íslandi, Danmark, Stórabretlandi og Noregi.

Bólkurin, sum skal kappast, vann eina PetroChallenge kapping, sum var hildin ímillum fleiri luttakandi míðnámsskúlar í Føroyum í oktober í fjør, og tískil skula Høgni Reynskor, Ólavur Eikholm Joensen, Hákun Eli Johannesen og Martin de Fries Justinussen umboða Føroyar í altjóða kappingini. Sjálv kappingin verður hildin á Imperial College í London og varar ein dag.

Kappingin eitur PetroChallenge, og gongur fyri seg umvegis netið á teldum. PetroChallenge er bæði eitt skeið og ein kapping, har næmingar arbeiða í bólkum. Hvør bólkur er eitt fiktivt oljufelag í einari virkissimulering kallað OilSim. Uppgávan er at finna og útvinna olju og gas við so stórum vinningi sum til ber, og gongur hetta fyri seg í samstarvi við hinar bólkarnar.

Eins og í vinnuni keypa og selja bólkarnir partar av feløgunum, seta pening í onnur prosjektir og samstundis taka avgerðir um at leita, bora og útvinna, og alt hetta við atliti til umhvørvi og kostnað. Sostætt skal vinnandi bólkurin bæði hava góð samstarvsevni, umframt at duga væl at lesa bæði 2D og 3D seismikkkort fyri síðani at avgerða, hvar tað kann loysa seg at útvinna olju og gas.

Føroyingar hava fyrr vunnið altjóða kappingina

PetroChallenge hevur verið hildin hvørt ár síðani 2002.

Í 2002 og 2003 vunnu næmingar frá Tekniska Skúlanum í Klaksvík.

Í 2002 vóru tað Hallur Leivsgarð Joensen, Rói Jacobsen og Gunnleivur Biskopstø, sum við teirra bólki vunnu. Og í 2003 vunnu Marner Joensen, Markus H. Sørensen og Poul Ingi Olsen.

Í 2005 vann Føroya Handilskúli Kambsdalur við Doris í Garði Joensen, Ragnhild P. Kjærbo og Kristian Kristiansen.

Hini árini hava tað verið Canada, Stórabretland, Ísland og Danmark, sum hava vunnið.

Teir sum leygardagin fara at umboða Føroyar í London eru, Høgni Reynskor, Ólavur Eikholm Joensen, Hákun Eli Johannesen og Martin de Fries Justinussen. Við á ferðini er lærarin Maiken Skarðenni.

Tað er Simprentis, sum skipar fyri og samskipar kappingina. Meira fæst at vita á http://www.simprentis.com/petrochallenge/