Harleywoodpaint
Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Avgerandi dystur hjá Team Klaksvík í kvøld

Jákup Ósá

 Fyrsti dystur í bólkaspælinum í steypakappingini verður í kvøld.

Dysturin hjá Team Klaksvík er í Havn móti Neistanum. Hesin dysturin verður mettur sum sera avgerandi fyri, hvussu møguleikarnir hjá hesum báðum liðunum vera at koma í hálvfinalurnar. Team Klaksvík hevur tveir leikarar, sum spæla sín fyrsta dyst í kvøld. Bakkurin Dusko Petrusic og málverjin Søren Biel hava ikki spælt við áður og skulu eftir ætlan styrkja um liðið til serliga hesar steypadystirnar í januar.

Dysturin byrjar kl. 18.00.

Harleywoodpaint