Aftur í ár er ferðalag frá Treysti í Reykjavík á venjingarlegu og til kappingar. Kappast verður í RIG 2014 í morgin og næsta vikuskifti verður kappast í Stórmót ÍR.
Seks rennarar luttaka í RIG 2014 (Reykjavík International Games). Kappingin, sum fer fram í Laugardalshøllini, verður sjónvarpað beinleiðis á ítróttarrásini hjá RUV. Leinkja er her: http://www.ruv.is/ithrottaras. Fyrstu kappingarnar byrja kl. 13.15 og tær seinastu byrja 15.00.
Luttakarar í ár eru úr Treysti, Danmark, Íslandi, Írlandi, Týsklandi og Onglandi. Føroyingarnir kappast tó bert ímóti íslendarum. Flestu av teimum allarbestu íðkarunum í frælsum ítrótti í Íslandi fara at kappast í morgin.
Tey seks hjá Treysti sum skulu renna eru:
Kl. 13.45 3.000m menn – Marnar Djurhuus (6 luttakarar)
kl. 14.05 600m gentur – Elin Kristina Ryan, Oddvør Josephsen, Rutt Gregersen og Maria Biskopstø (11 luttakarar)
kl. 14.35 600m dreingir – Gunnar Sivertsen (13 luttakarar)
Málið hjá teimum er at seta persónlig met, og Guttorm Sørensen, sum er venjari hjá teimum hevur góðar vónir, tí tey hava øll runnið dúgliga allan vetur.
Leinkja til grein á heimasíðuni frá Frælsa Ítróttasambandi Íslands er her og leinkja til tíðarætlan og luttakaralista er her.




