Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Orð móti orði í tollmálinum

John William Joensen

Tað er ein smeitur fyri samfelagið, at slík stríðsmál alla tíðina fylla politiska rúmið! Tað gruggar og ørkymlar og og minkar um møguleikan at politikarar, úr andstøðu og samgongu, finna saman at fremja tey mongu mál, sum liggja á láni, sigur Jenis av Rana formaður í Miðflokkinum í viðmerking til nógv umrødda tollmálið hjá Jørgen Niclasen

Tað er ein smeitur fyri samfelagið, at slík stríðsmál alla tíðina fylla politiska rúmið! Tað gruggar og ørkymlar og og minkar um møguleikan at politikarar, úr andstøðu og samgongu, finna saman at fremja tey mongu mál, sum liggja á láni, sigur Jenis av Rana formaður í Miðflokkinum í viðmerking til nógv umrødda tollmálið hjá Jørgen Niclasen.

– Hinvegin var tað gott fyri fólkaræðið, at landsstýrismaðurin loksins kom við sínari frágreiðing, so vit fingu høvið at síggja málið frá meira enn einari síðu. Men synd er at siga, at vit eru vorðin klókari hesar vikurnar, stríðið hevur vart. Haldi at status í løtuni er orð móti orði, og ósvaraðu spurningarnir eru fleiri í dag, enn tá málið tók seg upp!