Ólógliga spurdar um barnaætlanir í hjúnalagnum
Sambært ”Vores Børn” og Politikken upplivdi 5. hvør kvinnligi limur í næststørsta fakfelagnum í Danmark, HK, at blíva spurd um ætlanir um børn í framtíðini, tá tær vóru til jobsamrøðu.
Ert tú, sum kvinna, blivin spurd um hvørjar ætlanir tú hevur við at fáa tær børn í framtíðini, tá tú hevur søkt arbeiði? Spyr Politikken danskar kvinnur, og svarar nakað soleiðis:
Tað hevur næstan 5. hvør kvinna í HK verið úti fyri.
Hetta vísir ein kanning, sum er gjørd ímillum fleiri enn 4000 limur í næststørsta fakfelagnum í landinum.
Av kvinnum ímillum 31 og 40 ár, eru heili 25% spurdar um teirra barsislætlanir.
”Eg eri ovfarin av høgu tølunum. Eg haldi at orsøkin er at arbeiðisgevarar ikki vita, at tað í roynd og veru er ólógligt at spyrja um ætlanir um barsilsætlanir á eini jobsamrøðu.” sigur næstformaðurin í HK, Mette Kindberg við Politikken.dk.
Les eisini: Bert siðvenja forðar arbeiðsgevarum at spyrja um barsilsætlanir




