Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tíðindaskriv um RIG14

Tíðindaskriv

Hósdagin 16. januar fór eitt stórt ferðalag, sum taldi 126 badmintonleikarar og foreldur, til Íslands at luttaka í Reykjavik International Games RIG 2014.

Hósdagin 16. januar fór eitt stórt ferðalag, sum taldi 126 badmintonleikarar og foreldur, til Íslands at luttaka í Reykjavik International Games RIG 2014. Leygardagin vóru innleiðandi dystirnir í einmansleiki, tvímansleiki og blandaðum tvímansleiki spældir. Allir leikararnir løgdu nógv fyri og stríddist fyri hvønn bólt. Sjálvt um tað ikki rakk til eitt semifinalu ella finalupláss hjá øllum, so vóru nógvir sera spennandi og tættir dystir.

Sunnudagin vóru so semifinalur og finalur á skránni. Og ikki kann sigast annað enn, at føroysku badmintonleikararnir veruliga vístu tenn.

Føroysku leikararnir luttóku í 24 semifinalum av 48 møguligum. So tað vóru nakrir sera spentir leikarar, sum møttu í høllini sunnumorgunin. Úrslitið av hesum semifinalum varð, at vit komu í 12 finalur – harav 7 av teimum vóru mannaðar við føroyskum leikarum báðumegin netið. 

Tá ið allar finalur vórðu spældar høvdu vit vunnið 7 gull og 9 silvurheiðursmerki. Harafturat vunnu vit 1 gull og 2 silvur í B-bólkinum. Til samanbering kann nevnast, at til RIG 13, tá vunnu vit 3 gull og 4 silvurheiðursmerki. 

Eisini varð skipað fyri einari kapping fyri U11. Her vístu vit eisini, at vit eiga góðan og sterkan badmintonungdóm. Øll U11 børnini vórðu heiðraði við gullheiðursmerkjum. 

Ferðalagið kom heim aftur mánakvøldið. Øll eru á einum máli um, at ferðin hevur verið sera væleydnað, stuttlig og góð, og øll gleða seg til RIG 15.

Meiri kunning og myndir frá RIG14 verða lagdar út á bsf.fo í næstum.

Harleyfacadeacryl