Harleywoodpaint
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nýggj Bíblia: Barnabíblia úr norðri

Tíðindaskriv

15 ymiskar rithøvundar og 15 ymiskir myndprýðarar – allir eru úr Norðurlondum – hava giviðs ítt íkast til Barnabíbliuna úr Norðri. Bókin er vorðin til í einum samstarvi millum fimm norðurlendsk forløg og kemur út á 6 norðurlendskum málum í senn

15 ymiskar rithøvundar og 15 ymiskir myndprýðarar – allir eru úr Norðurlondum – hava giviðs ítt íkast til Barnabíbliuna úr Norðri. Bókin er vorðin til í einum samstarvi millum fimm norðurlendsk forløg og kemur út á 6 norðurlendskum málum í senn

Barnabíblian úr norðri er eitt heilt serligt samstarv millum Norðurlond. Bókin hevur verið ávegis í fleiri ár og fæst til keyps í øllum londunum frá í dag av.

”Tað hevur verið spennandi at samstarva við ritstjórar úr hinum londunum. Byrjanarstøði var nýtulkingar av fleiri av teimum klassisku bíbliusøgunum endursagdar í barnahædd. Samstarvið hevur avdúkað bæði stuttligar mentanarligar líkar og munir landanna millum, og vit kunnu nú bjóða fram eina sera flotta og spennandi Bíbliu, sum samstundis er ein serstakur partur av norðurlendskari mentan,” sigur Ingrid Ank, sum er ein av donsku ritstjórunum.


Hvør tíð má útleggja av nýggjum

Tær mongu frásøgurnar í Bíbluni eru sagdar og endursagdar fleiri ferðir, síðan tær vóru til fyri mongum, mongum árum síðan. Og tað eru tær, tí at frásøgurnar alla tíðina biðja um at verða tulkaðar. Hvør tíð má útleggja av nýggjum, og frásøgurnar fáa skap alt eftir, hvar í verðini tú ert stødd/staddur.

Frásøgurnar í hesari bókini er skrivaðar við støði í verðini hjá barninum og í barnsins undran. Men tær eru um somu tíð søgur, soleiðis sum rithøvundarnir og teknararnir sjálvir halda, at tær eiga at týðast. Øll, sum hava givið sítt íkast til bókina, hava havt fríar hendur til at fortelja søguna á sín egna hátt.


Føroyska íkastið

Tey fimm forløgini, sum hava samstarva um útgávuna eru Skálholt (Ísland), Lasten Keskus (Finnland), Fontana (Finnland), Iko (Noreg), Verbum (Svøríki) og Alfa (Danmark). Føroyska íkastið til barnabíbliuna hevur Báður Oskarsson staðið fyri. Hann hevur myndprýtt søguna um Fótabaðið og Síðsta nátturðan (ella heilagu kvøldmáltíðina, sum vit vaksnu eru von at siga).

Harleywoodpaint