Tað viðrar framvegis ikki væl við veðrinum hjá útróðrabátunum.
Bragd hevur havt tveir túrar hesa vikuna. Tann eini gav 6.000 pund og hin gav 5.000 pund. Í báðum førum høvdu teir 60 stampar við, men eina túrin mistu teir 5 stampar.
Útróðrabátarnir gera neyvan nakran túr afturat hesa vikuna, nú veðrið er keðiligt.




