Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

E-sigarettin fær samlaða tali av roykjarum at vaksa

Umleið 200.000 danir roykja E-sigarettir.

Hetta er ein øking uppá 500 prosent síðani 2010, og ger at tað samlaða talið av roykjarum er hækka.

Talið hevur verið minkandi frá 26 prosent í 2005 til 17 prosent í desember síðsta ár.

Hetta er úrslitið av eini stórari kanning í Danmark sum Sundhedsstyrelsen hevur gjørt.

E-sigarettin við vandamiklum avleiðingum

Í 2012 royktu eisini 17 prosent av øllum dønum omanfyri 15 ár. Hetta sigur at talið ikki er fallið, sum tað annars hevur gjørt í fleiri ár.

Tvørturímóti er talið hækka, og tað ørkymlar Jørgen Falk frá danska Sundhedsstyrelsen.

”Ein skal ansa sær at brúka statistik , sjálvt um hetta er ein stór kanning har 5000 eru spurd, so sær tað út til at tubbak roykjara fækkast, men at tey sum roykja E-sigarettir eru fleiri og fleiri, og hetta er ørkymlandi” sigur Jørgen Flak við politiken.dk

Hann sigur eisini at E-sigarettin ger at roykjara blíva við at roykja. 80 prosent av teimum sum roykja E-sigarettir, roykja eisini tubbak. Tað er heldur eingin kanning sum vísir at E-sigarettin hjálpir roykjarum at leggja av.

Og so vita vit einki um hvussu E-sigarettin ávirkar heilsuna. Tað er nokk ikki so álvarsligt sum tubbak, men vit vita ikki hvørju hjáárini E-sigarettin hevur.

Nýggj vitan um nikotin í tubbak og nikotinvørum

Jørgen Falk sigur við politiken.dk, at nikotin í tubbak og í nikotinvørum gevur brúkaranum 30 til 40 prosent størri møguleika at fáa typu 2 Diabetes. Eisini ávirkar nikotini blóði, so tað ikki megnar at upploysa teir blóðtøpparnar sum alla tíðina gera seg til, og sum vanliga loysa seg sjálvar.

Nikotin hevur sostatt eina størri ávirkan á okkum enn vit halda.

Les alla greinina her >>