Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kunning um broyting í reglugerð fyri grundstykkjalista Klaksvíkar Kommunu

Lýsing – www.klaksvik.fo

Klaksvíkar Býráð samtykti 24. apríl 2013, at umsøkjarar, ið ynskja at verða skrásettir á grundstykkjalista kommununnar, skulu rinda eitt gjald (depositum) á 2.500 kr.

Skriv er farið út til allar umsøkjarar á listanum, har kunnað varð um broytingina og at goldið skuldi verða innan 20. des. 2013. Harumframt er áminningarskriv fari út til allar umsøkjarar á listanum, har kunna var um, at tey, sum ikki hava goldið, verða strikaði av listanum.

Um viðmerkingar eru til omanfyristandandi, kunnu tygum venda tygum til Klaksvíkar Kommunu innan 3. feb. 2014.