Bjørn á Heygum, adv. Við Norðlýsið tann 29. januar 2014: Eingin ætlan hevur verið at afturrinda landinum kostnaðin av at seta partapening í Tunnilsfeløgini, sigur kendi advokaturin sum m.a. var við til at smiða stýrisskipanarlógina. – Er ætlanin at landið skal fáa aftur partapeningin í Norðoya- og Vágatunlunum má nýggj lóggáva samtykkjast í løgtinginum.

Norðlýsið hevur heitt á advokatar um at gera løgfrøðiligar metingar um lógina, sum er grundarlag undir Norðoyatunlinum og fyri kortum gjørdi Jógvan Páll Lassen eina niðurstøðu, har hann staðfesti at sjálvur lógarteksturin og viðmerkingarnar geva bert meining um bummgjøldini verða avtikin og felagið handað landinum tá lánsgjøldini eru afturgoldin (sí her).
Seinrapartin í dag(Red: Norðlýsið tann 29. januar 2014) fingu vit so niðurstøðuna hjá Bjørn á Heygum og hon er sera væl grundað og er púra greið: Ongin ætlan hevur verið um at afturrinda landinum kostnaðin av at seta eginpening í felagið og advokaturin sigur, at er æltanin at landið skal krevja inn íløguna, sum landskassin hevur gjørt í partafelagið og tunlarnar, so noyðist landsstýrið at leggja nýggja lóggávu fyri løgtingið.
Niðurstøðan hjá advokatinum saman við grundgevingunum LES HER!