Fótbóltsserfrøðingurin hjá KVF heldur, at KÍ hevur styrkt seg so skilagott til í ár, at liðið fer at enda væl hægri enn í fjør.
Leivur Frederiksen er fótbólts frásøgumaður hjá KVF og fylgir Effodeildini rættuliga tætt umframt, at hann er fótbólts serfrøðingur á FSF heimasíðuni. Hann var í vikuskiftissendingini í dag spurdur um, hvussu støðan er í Effodeildini, nú vit fara inn í februar mánaða. Hann legði dent á, at vit eru tíðliga í árinum og at nógv kann broytast, tá vit eru í mars mánaða. Men hann valdi at býta deildina í 4 bólkar, sum hóparnir síggja út í løtuni.
– HB, Víkingur og EB/Streymur er í ovasta bólkinum. Tey kunnu øll vinna FM. HB hevur nógv sterkasta hópin, Víkingur er svangast og styrkt, meðan EB/Streymur hevur keypt so góðar leikarar inn, at tað má merkja at teir fara eftir FM. Í næsta bólkinum havi eg ÍF og KÍ, sum bæði kunnu koma upp á heiðursmerkjapláss. ÍF hava endað nr. 2 seinastu tvey árini og blivu undirmettir í fjør. Tað passar teimum væl, at blíva tað sama í ár. Teir eru veikari enn í fjør. KÍ hevur styrkt seg rættuliga skilagott. Í miðverjuna hava teir fingið ein royndan stýrimann í Jonas Flindt Rasmussen og so kemur Ndende Adama Gueye á miðvøllin. Tað kann so loyva Hjalgrím Elttør longur fram á vøllin, har hann kann skora mál og eisini hjálpa Páll A. Klettskarð at skora enn fleiri mál. So eg vænti KÍ verður væl hægri enn í fjør. Síðani hava vit NSÍ, B36 og AB, har NSÍ og B36 eru nakað viknaði í mun til í fjør. Meðan AB hevur havt stóra útskifting, har góðir leikarar eru komnir inn fyri góðar leikarar. Tí er spurningurin hvussu tað fer at eydnast at spæla eitt nýtt lið saman. Í aftasta bólkinum havi eg uppflytararnar B68 og Skála. B68 hevur styrkt seg væl, meðan eg ikki kenni Skála nóg væl. Tað kann gott vera, at teir fara at yvirraska, segði Leivur Frederiksen m.a. í sendingini hjá KVF seinnapartin.




