Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ingason avgjørdi móti KÍ

Jákup Ósá

Tað gekk javnt á, tá HB og KÍ spældu dagsins fyrsta dyst í VFF Cup.

Venjarakappingin VFF Cup í Havn er byrjað. Fyrsti dysturin hjá KÍ var ímóti HB. Tað gekk ógvuliga javnt á og nærum ongir stórir møguleikar vóru í dystinum. Men tað var HB, sum fekk einasta málið og tað var aftur nýggi HB leikarin Poul Ingason, sum var á plettinum. Sostatt fekk HB síni fyrstu 3 stig í bólki A. Næsti dystur hjá Kí verður móti Skála. Hvør dystur er 30 minuttir.

KÍ spældi við hesum liðnum móti HB: Meinhardt Joensen – Rudolf Eliasen, Sørmundur Kalsø, Jonas Flindt Rasmussen, Tórur Justesen – Atli Danielsen, Ndende Adama Gueye, Hjalgrím Elttør – Jóhan Jacobsen, Heðin Klakstein og Páll A. Klettskarð.

Hini úrslitini higartil:

B36-B68 3-0

Skála-AB 2-0

Harleyfacadeacryl