Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ben Arabo formaður í FOÍB

John William Joensen

Føroya Oljuídnaðarbólkur, FOÍB, sum er áhugafelagsskapur hjá oljufeløgunum, ið hava leitiloyvi á føroyska landgrunninum, valdi nú um dagarnar stjóran í Atlantic Petroleum, Ben Arabo til nýggjan formann. Hann tekur við eftir Nils Sørensen, stjóra í Faroe Petroleum, sum hevur valt at leggja frá sær, nú Faroe Petroleum ikki longur hevur nakað loyvi á landgrunninum. Felagið, sum hevur verið við í FOÍB øll árini, hevur valt at taka “timeout” í Føroyum og heldur fylgja gongdini av síðulinjuni.

Tað var á aðalfundinum hjá FOÍB í Havn í farnu viku, at Ben Arabo varð skotin upp til nýggjan formann. Hann er ikki heilt ókendur við uppgávuna, tí hann var eisini formaður í FOÍB í fleiri ár fyrst í hesi øldini. Hann hevur drúgvar royndir innan altjóða oljuvinnu og arbeiddi í mong ár hjá amerikanska oljufelagnum Amerada Hess, fyrst í Føroyum og seinni í Norðurafrika og Indonesia.

Limafeløgini í FOÍB eru Statoil, Atlantic Petroleum, DONG, OMV og ExxonMobil.

Fundurin varð nógv merktur av, at 2014 verður eitt spennandi og arbeiðskrevjandi ár fyri oljufeløgini.

Øll feløgini eru partur av komandi boringum á landgrunninum í ár.

Statoil, sum er fyristøðufelag fyri báðar brunnarnar, ið verða boraðir, er í løtuni við at leggja seinastu hond á nógvu fyrireikingarnar.

Fyrri brunnurin stendur til at verða boraður í apríl og er hann framhald av Brugdan 2 brunninum, sum sett varð á at bora í 2012 men har avgjørt varð at gevast og taka uppaftur boringina seinni orsakað tøkniligar trupulleikar og tí so langt var útliðið. Í hesi boriverkætlanini eru umframt Statoil, eisini ExxonMobil, OMV og Atlantic Petroleum.

Hin brunnurin, sum verður boraður heilt úti við markið, verður nevndur Súlan Stelkur, og har eru feløgini umframt Statoil, eisini DONG og OMV.

Báðir brunnar verða boraðir av norska pallinum West Hercules, sum í løtuni borar í Barentshavinum.

Limafeløgini umrøddu eisini fleiri aktuell mál, sum hava tilknýti til oljuleitingina við Føroyar. Eitt nú týdningin av at føroyskar fyritøkur eru partur av arbeiðinum, tá oljuleiting fer fram á landgrunninum.

Á fundinum hjá FOÍB fingu limirnir eisini høvi at hoyra áhugaverda og spennandi framløgu um føroyska jarðfrøði hjá Janu Ólavsdóttur, sum herfyri vardi eina PhD ritgerð við Keypmannahavnar Universitet.

Stjóri í FOÍB er Jan Müller. Felagið hevur skrivstovu á Bryggjubakka 22 í Havn.