Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ljós fyri tunnilsmunnan í Miðlahúsinum 5. februar kl. 19

Huxa Fólkafloksungdómur og Havnar Framburðsfelag

Leingi hevur verið arbeitt við Eysturoyar- og Sandoyartunlunum báðum, uttan at nakað ítøkiligt úrslit er rokkið.

Leingi hevur verið arbeitt við Eysturoyar- og Sandoyartunlunum báðum, uttan at nakað ítøkiligt úrslit er rokkið.

Nú er ein semja funnin millum allar flokkar á tingi, ið av álvara skal seta ferð á arbeiðið á tunlarnar. Hetta er eitt søguligt bragd.

Neyvan nakrantíð áður er so breið og nøktandi semja funnin millum allar flokkar.

Hendan tunnilsloysnin fer at skunda undir menningina av føroyska búskapinum og samfelagnum sum heild.

Okkara oyggjaland verður enn meiri samansjóðað og alfevnt enn higartil til eina fólksliga og búskaparliga eind. Nú verða yvir 90% av Føroyum bundnar saman.
 

Vit seta við hesum risa átaki hol á sonevndu Suðurleiðina.

Mikukvøldið 5. februar kl. 19 verður tunnilssemjan viðgjørd og lýst í Miðlahúsinum.

Jørgen Niclasen, Landsstýrismaður í Fíggjarmálum, greiður fram tunnilsætlanini og arbeiðinum frameftir.

Alfred Olsen, Høgni Hoydal, Hendrik Old, Jenis av Rana, Poul Michelsen og Kári P. Højgaard siga nøkur orð um tunnilssemjuna.
 

Evald Kjølbro, stjóri á Landsverki, greiður frá linjuføringum, prísum og ferðslukanningum.

Øll eru vælkomin

Huxa Fólkafloksungdómur og Havnar Framburðsfelag