Stutt søgd morguntíðindi: Summi eru óheppin og summi eru óhepnari enn onnur. Ein kvinna úr Brasiliu fekk fyri stuttum eitt tindasvín sendandi í høvdið. Tað tykist løgið, men satt er tað! Ja skaðin gjørdist stórur.

Kvinnan, ið gekk sær ein túr eftir eini gongugøtu, hvakk við tá ið eitt tindasvín endaði í høvdinum á henni.
Djórið fall úr einum lyktarpela. Hvussu tað er sloppið upp í lyktarpelan, sigur søgan einki um.
Óhepna kvinnan fór beinanvegin á skaðastovuna. Læknarnir fingu eisini úr at gera, tí teir máttu taka 272 tindar úr hárbotni hennara.
Hetta skrivar Huffington Post.