Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Radarin ídag

Oliver Joensen

Ein situr eftir við rákanum av, at áhugin fyri teimum, ið eru í vinnuni er lítil. Tó so, ein viðmerkjari frá skipasmiðjuvinnuni var við í kjakinum, men eingin fiskimaður og eingin reiðari. Bert tveir høgravendir loysingarmenn og so hesin við áhuga fyri skipabygging.

Ein situr eftir við rákanum av, at áhugin fyri teimum, ið eru í vinnuni er lítil. Tó so, ein viðmerkjari frá skipasmiðjuvinnuni var við í kjakinum, men eingin fiskimaður og eingin reiðari. Bert tveir høgravendir loysingarmenn og so hesin við áhuga fyri skipabygging.

Men sjálvandi, vit fingu undirhald í knappan tíma, tað hava vit so fingið burturúr. Ein spurningur sum hongur í leysum lofti eftir sendingina er, at journalisturin afturvendandi spurdi um vit ikki kundu hava fleiri fiskasløg í eini kvotaskipan. Tað vil siga, at tú fekk eina kvotu til at fiska tosk og hýsu samanlagt. Ber hetta til yvirhøvur um tú samstundis skalt kunna verja fiskastovnarnar ímóti ovurveiðu?

Hesin spurningurin bleiv hangandi í luftini, og ongin av luttakarunum tóktist at hava nakað svar til hetta. Tí kundi ein passandi spurt journalistin um hvat hendi undir eini kvotaskipan, um lítil hýsa er til, men nógv av toski og ein sum hevur kvotu til tosk og hýsu fær bæði sløgini í trolið ella á línuna, og fiskifrøðingar vilja steðga ella minka um veiðuna eftir hýsu?

Sjálvandi skulu vit kjakast um fiskivinnuspurningar. Men álvaratos, samansetingin av panelinum í radaranum legði ikki upp til nakran gevandi eftirráka, men tað var kanska heldur ikki meiningin. Undirhaldsvirðið í sendingini var har, vit manglaðu bara at journalisturin eisini fór at lesa sms, so hevði showið verið nærum fulkomið.

Harleywoodpaint