Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kyss og klemma teg eldri

Danial Viðoy

At mussa og klemma er ikki so galið. Tað er nokkso lekkirt, um man kann loyva sær at siga tað so. Tað er ikki bara deiligt og lekkirt, men tað er eisini heilsugott. Men hví er tað gott fyri heilsuna?

At mussa og klemma er ikki so galið. Tað er nokkso lekkirt, um man kann loyva sær at siga tað so. Tað er ikki bara deiligt og lekkirt, men tað er eisini heilsugott. Men hví er tað gott fyri heilsuna?

Tað er eingin ivi um, at sunnur kostur og rørsla er gott fyri heilsuna. Tey flesu kønu á økinum mæla til at røra seg nógv og at eta heilsugott. Eisini verður mælt frá at roykja og at drekka ov nógv av rúsdrekka.

– Men tað eru eisini tað, ið vit kunnu kallað bleyt virðir, ið hava ávirkan á okkara heilsu, greiðir Bente Klarlund Pedersen frá. Hon er professari og yvirlækni á Ríkissjúkrahúsinum og hevur skrivað bøkur og hildið fyrilestrar um tað heilsugóða lívið.

Hjørtuni skulu nerta við hvørtannað

Hon nevnir m.a. koss og klemm sum nakað, ið kann vera við til at styrkja heilsustøðuna.

– Eitt gott klemm er eitt, har hjørtuni so at siga nerta við hvørt annað. Og slík klemm eru góð at fáa nøkur av um dagin. Um tú hevur ein, sum tímur væl at mussast, mást tú endiliga geva ein so langan koss, at allur kroppurin veruliga merkir tað, fortelur Bente Klarlund Pedersen.

Kossur og klemm geva minni strongd

Bæði kossur og klemm hava ávirkan á, hvussu nógv ár menniskja livir.

– Kossur, klemm og nerting eru í heila tikið ein leskiligur biti, ið hagfrøðiliga leggur fleiri ár afturat tínum lívi. Tá ið vit fáast við sovorðið virksemi, framleiga vit minni stresshormonir av ”kortisoli”, gera gleðisevnið endorfin í heilanum og kroppurin fer í gongd við at virka evnið ”oxytocin”, sum eisini verður kallað kærleikans- ella klemmu- hormonið, sigur Bente Klarlund Pedersen.

Nakrir granskarar hava víst á, at júst tann kropsliga nertingin kann vera orsøkin til, at giftir menn og kvinnur liva longri enn menniskju, ið ikki liva í parlagi.

So tað er bara at fara í gongd, og at leggja orku í tað – ”oxytocin” letur ikki frá sær, fyrr enn parið hevur klemmað í 30 sekund.

Nei, at mussa og klemma er ikki bara lekkirt, tað er eisini sunt!

Kelda: Søndagsavisen

Harleyfacadeacryl