Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ spældi væl

Jákup Ósá Myndir:Oliver Joensen

Tað var eitt væl upplagt KÍ lið, sum spældi í fyrra hálvleiki móti NSÍ. Í seinna hálvleiki dalaði støðið.

Fyrsti heimadysturin av venjingardystunum hjá KÍ var á skránni í dag. Hjá KÍ vóru Meinhardt Joensen, Álvur Christiansen, Ísak Simonsen og Henry Heinesen ikki við, meðan NSÍ eisini manglaði onkrar leikarar.

KÍ byrjaði væl og setti seg á dystin í fyrra hálvleiki. Teir bláu høvdu bóltin nógv og spælið var gott, um vit hava árstíðina í huganum. Tvær ferðir endaði bólturin á yvirleggjaranum og aðrar góðar royndir vóru. Men hóast KÍ var greitt betra liðið, so endaði fyrri hálvleikur málleysur. Í seinna hálvleiki dalaði støði og dysturin bleiv meira javnur við meira feilum. Men málini komu í seinna hálvleiki. Fyrst kom KÍ á odda eftir trunkaspæl í hornasparksstøðu. Møguliga var Ndende Adama Gueye seinasti KI leikarin á bóltinum. NSÍ javnaði seinni við máli frá Debes Danielsen, men eitt sjálvmál tryggjaði KÍ sigurin eftir eitt innlegg frá Jóannes Bjartalíð.

Hjá KÍ sást væl, at teir báðir nýggju leikararnir Jonas Flindt Rasmussen og Ndende Adama Gueye styrkja væl um. Teir vóru millum teir mest eyðsýndu í dag. Myndirnar niðanfyri eru frá dystinum í dag.

KÍ byrjaði soleiðis: Fríði Sigurðsson – Gunnar Christiansen, Sørmundur Kalsø, Jonas Flindt Rasmussen, Tórur Justesen – Atli Danielsen, Ndende Adama Gueye, Hjalgrím Elttør – Jóhan Jacobsen, Páll A. Klettskarð, Heðin Klakstein. Í seinna hálvleiki komu Kristinn Akursmørk, Andrias Frederiksberg, Ivan Joensen, Jóannes Bjartalíð og Rudolf Eliasen á vøllin.