sum byrjaði fríggjadagin 7/2 kl. 14, og heldur á til og við týsdagin 11/2 kl. 18.
Myndafelagið FOKUS tók fyri fyrstu ferð stig til eina fotoframsýning fyri einum ári síðanni. Hetta var so væl móttikið, at avgjørt varð, at endurtaka hana næsta ár. So nú eru tey aftur við nýggjum myndum, og TÚ er hjartaliga vælkomin inn á gólvið, at síggja, hvat tey hava fingið burturúr 2014.
Sigast má, at myndaevnini eru enn meira fjølbroytt enn seinast. Sjálvandi eru myndir av okkara vøkru oyggjum, men farið verður eisini í dýbdina.
Ongantíð áður eru so nógvar myndir tiknar, sum seinastu árini – serliga síðan digitala bylgjan kom. Vit føroyingar eru sera væl við, og myndafelagið er ein avleiðing av hesum ítrivið. Felagið skipar fyri fototúrum og limatøkum, har limirnir hittast til hugnaliga fotosamveru. FOKUS hevur limir í øllum landinum – bæði á Viðareiði og í Suðuroy. Felagshølini eru á Argjum. Meira á facebook-bólkinum “ Myndafelagið Fokus”
Hesi 15 eru við á FOTOFRAMSÝNINGINI hjá FOKUS við 45 fotomyndum,
Erland Sivertsen
Jenny Weihe Poulsen
Jóin Sigurðsson
Mads Helgi Poulsen
Ole Kristian Valle
Óli Lindenskov
Rúni Bang Larsen
Jóannes Johannesen
Finn Larsen
Bergur I. Johanse
Terji Bang Larsen
Jógvan Horn
Jóannis Sørensen
Susanne Nielsen
Mortan Mortensen
Viðlagdar eru nakrar myndir frá upphangini hóskvøldi.




