Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jørgen: Valdi útbúgving frá fyri at bjarga familjufyritøkuni

John William Joensen

Søgan um gamla tollmálið hjá P/F N. Niclassen, har Jørgen Niclasen sum bert 20 ára gamal, tekur yvir familju-fyritøkuna, sum um hetta mundi er í tungum sjógvi og hevði stóra skuld til kreditorar og til tollvaldi, hevur fleiri síður.

Søgan um gamla tollmálið hjá P/F N. Niclassen, har Jørgen Niclasen sum bert 20 ára gamal, tekur yvir familjufyritøkuna, sum um hetta mundi er í tungum sjógvi og hevði stóra skuld til kreditorar og til tollvaldi, hevur fleiri síður.

Í 1988 tekur 19 ára gamli Jørgen Niclasen studentsprógv mat/fys. deild í Hoydølum og tá hugurin at lesa er góður droymir hann um at fáa sær eina hægri útbúgving. Meðan Jørgen er til seinastu royndirnar í Hoydølum er familjufyritøkan har pápin er stjóri um at fara á heysin og áðrenn studentsprógvið var handa setur Jørgen saman við beiggjunum 500.000 kr. í nýggjum partapeningi í felagið sum allur ferð til at rinda tollskuld.

Sambært skjølum sum Jørgen Niclasen valdi at almenna kunngerða í Miðlahúsinum er tollskuldin tann 20. august 1989 uppgjørd til 2,3 mió. kr. og við nevnda inngjaldinum er samlaða tollskuldin við rentum beint omanfyri 1 mió. kr. Av rakstrarroknskapi, sum er latin tollvaldinum fyri 1988, framgongur, at felagið í 1988 hevði eitt rakstrarhall uppá kr. 480.000. Samlaða vørusølan hetta árið var kr. 5,3 mió., og bruttovinningurin var uml. kr. 1 mió. Av fíggjarstøðuni framgongur, at felagið í oktober 1988 hevði eina samlaða skuld uppá kr. 5,3 mió. Av skrivi frá Føroya Tollstovu frá 22. januar 1990 framgongur, at tollstovan í september 1988 hevur lýst úttøku í ognum hjá felagnum fyri kr. 1.629.789.

Tað er hetta skuldarbundna felag sum Jørgen Niclasen, sum tá er einans 20 ára gamal, setur sær fyri at bjarga og tekur við sum stjóri í september 1989.

Á tíðindafundinum í Miðlahúsinum viðgekk Jørgen Niclasen at hann var óiva naivur men hann var sannførdur um at hann saman við beiggjunum fór at megna at venda gongdini og sæð í bakspeglinum so áttu hann og beiggjarnir kanska bara at latið alt virksemið hjá N.Niclasen farið á húsagang longu í 1988.

Tað sást skilliga á landsstýrismanninum at upphav hansara var í familufyritøkuni P/f N. Niclasen sum var stovnað í 1939 og sum var eitt sera víðfevnt felag við reiðaravirksemi, fiskaframleiðslu og handilsvirksemi. Fyri hann og beiggjarnar var tað ein sjálvfylgja at alt skuldi gerast fyri at bjarga fyritøkuni.

Bjargingarroyndirog endin

Á tíðindafundinum var greitt frá at tá Jørgen Niclasen tók við stjórastarvinum, vórðu fleiri royndir gjørdar at endurstovna felagið. Skotnar vórðu kr. 500.000 inn í felagið, sum vórðu fluttar til Føroya Tollstovu til niðurrindan av tollskuldina. Seinni verður ósemja um, hvussu hesin peningur skal bókast, og tað endaði við, at P/f N. Niclasen góðkendi, at niðurgjaldingin bleiv bókað inn á skuld fyri tíðarskeiðið áðrenn 29. januar 1988. Av málinum framgongur eisini, at Jørgen Niclasen beyð sær til at rinda alla tollskuldina, sum er uppstaðin eftir 1988, kontant saman við mótrokning av innflutningsgjaldi, treytað av at ein samlað loysn fekst fyri felagið. Eisini framgongur, at tollvaldið hevur fingið afturgoldið allan toll, sum viðvíkur vørum, eftir at kreditturin er uppsagdur, við undantaki av uml. kr. 52.182,07, sum landskassin misti. Hetta harmaðist Jørgen stórliga um á tíðindafundinum.

Hóast landsstyrið í apríl 1990 játtaði P/f N. Niclasen at strika renturnar, broytti landsstýrið í februar 1994 støðu og avgjørdi, at renturnar ikki kundu eftirgevast. Tað er lítil ivi um, at hetta tók grundarlagið undan felagnum. Tollskuldin viðvíkjandi vørum, útflýggjaðar eftir, at tollkreditturin var uppsagdur, var ikki hóttandi fyri felagið, men felagið megnaði ikki at rinda gomlu tollskuldina, sum var uppstaðin, áðrenn Jørgen Niclasen í september 1989 tók við sum stjóri fyri felagið.

Umfatandi kanningar eru gjørdar í málinum, og endin var at Føroya Landfúti í februar 1994 ikki metti, at nakað revsivert er farið fram í hesum máli.

Landsstýrismaðurí fíggjarmálum

Í dag er Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum og tí er av røttum sett spurnartekin við um hann sum fyrrverandi stjóri fyri eitt partafelag sum fór á húsagang fyri 20 árum síðan kann í dag sita sum ovasti leiðari m.a. við ábyrgd av tollmálum. Sjálvur hevur Jørgen sagt at hann hevur kunna Løgmann um málið áðrenn hann tók við sum landsstýrismaður og staðfestast kann at Jørgen hevur verið landsstýrisfólk hjá trimum løgmonnum.

Núverandi løgmaður hevur fyri kortum staðfest at hann hevur álit á landsstýrismanninum: “ …. Málið snýr seg hvørki um rættligu ella politisku ábyrgdina hjá Jørgeni Niclasen sum landsstýrismanni í fíggjarmálum, og er tí ikki partur av eftirlitsskyldu løgmans sambært stýrisskipanini. – Hetta málið er ein spurningur um hansara persónligu bakgrund at taka við einum starvi sum landsstýrismaður. Veruleikin er, at Jørgen Niclasen hevur verið valdur í Landsstýrið tríggjar ferðir, og valdur av føroya fólki í Løgtingið seks ferðir síðan tollmálið. Við hesum huga, vildi tað verið eitt sindur margháttligt, um júst hetta 20-25 ára gamla tollmálið nú skuldi havt við sær, at Jørgen Niclasen misti sín landsstýrisess, vísir løgmaður á….”

Men í politikki er tað til seinast veljarin/borgarin sum skal hava álit á skipani og her er eingin loyna at málið hevur fylt nógv í almenna kjakinum hóast tað framvegis ikki er prógva at Jørgen snýtti og svikaði sum annars Kringvarp Føroya og portalurin hava roynt at víst á. Málið er kært til fjølmiðlanevndina og tað verður áhugavert at síggja hvat niðurstøðan hjá nevndini verður og um málið eftirfylgjandi fær eitt eftirspæl. Men viðgerin at kæra KVF er munandi drúgvari enn um talan var um at kæra aðrar miðlar. KVF skal nevniliga fyrst hava kæruna til viðgerar og møguleika at svara kæruni, áðrenn kært verður til fjølmiðlakærunevndina, og sum skilst hevur KVF ikki enn svara kæruni frá Jørgen Niclasen, so enn hevur kærarin ikki havt møguleika at leggja málið fyri Fjølmiðlakærunevndina. Portalurin er eisini kærdur og tann parturin koyrir í fjølmiðlakærunevndini.

Í Fjølmiðlanevndini eru fýra limir. Í nevndini sita í løtuni

Súsanna Nordendahl, løgfrøðingur og forkvinna í nevndini
Varalimur: Súsanna Leo, løgfrøðingur

Ingolf S. Olsen, tíðindafólk
Varalimur: Randi Jacobsen, tíðindafólk

Eirikur Lindenskov, blaðstjóri
Varalimur: Árni Gregersen, blaðstjóri

Halgir Winther Poulsen, advokatur
Varalimur: Anna Katrin Matras, samskiftiskunningarfólk

Valskeiðið hjá nevndini er 4 ár og gongur til 1.10.2014.