Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kendur vertur og klaverúrmælingur til kappingina Stella Polaris

Tíðindaskriv

Ólavur Jakobsen verður vertur til tónleikakappingina Stella Poalris og Rikke Sandberg hevur klaverfylgispælið.

Ólavur Jakobsen verður vertur til tónleikakappingina Stella Poalris og Rikke Sandberg hevur klaverfylgispælið.

Stella Polaris kappingin fyri ungar klassiskar tónleikarar fer av bakkastokki um mánaðarskiftið februar/ mars 2014 í Norðurlandahúsinum.

Kappingin verður skipað við innleiðandi umfari fríggjadagin 28. Februar, har allir luttakararnir fáa 5-6 min hvør at framføra. Hettar umfarið byrjar tíðliga á morgni og varir allan dagin.

Sjálv finalan verður leygardagin 1. Mars kl. 19.00 og tá fara teir seks finalistarnir at framføra.

Bæði undankappingin og finalan verða í Norðurlandahúsinum og vertur til báðar dagarnar verður Ólavur Jakobsen. Ólavur er umframt at vera tónleikari og tónleikalærari eisini samskipari av MusikkskúlaMiðnámi. Ólavur er virkin í tónleikaumhvørvinum bæði í Føroyaum og uttanlanda, og hevur eisini verið í leiklutinum sum vertur áður t.d. til nýggjárskonsertir við Føroya Symfoniorkestri.

Flestu luttakararnir spæla við klaverfylgispæli, og til hesa uppgávu hevur kappingin fingið í lag samstarv við Rikke Sandberg. Rikke er ein av kendastu donsku klaverleikarum og fæst fyri ein stóran part við fylgispæl til kappingar. Hon hevur eina glæsiliga yrkisleið og er nógv umbiðin ikki bara í Danmark, men aðrastaðni við, tí fegnast fyrireikararnir eisini, at hon hevur játtað at koma til Føroya at venja og hava fylgispæli til kappingina Stella Polaris.

Høvuðsstuðul til kappingina er EIK banki, aðrir stuðlar eru Norðurlandahúsið, Tórshavnar Býráð, Atlantsflog og Hotel Føroyar.

Fyrireikararnir sum er musikkskúlanevnd Tórshavnar Býráðs, fegnast um at kappingin er fingin í lag, eftir hugskoti hjá Johan Mortensen, og frøist um stóra luttakara talið.

Atgongumerki til innleiðandi umfarið fríggjadagin 28. februar og til finaluna leygardagin 1. Mars kunnu keypast í Norðurlandahúsinum og á heimasíðu www. nlh.fo