Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Annika Olsen vísir aftur páhaldinum hjá Lisbeth

John William Joensen

Nú tað alment verður funnist at, at onki er hent á almannaøkinum, kann eg til kunnleika vísa á, at 2 tey seinastu árini eru sett ein røð av tiltøkum í verk, skrivar landsstýriskvinnan í Almannamálum á facebook.

Nú tað alment verður funnist at, at onki er hent á almannaøkinum, kann eg til kunnleika vísa á, at 2 tey seinastu árini er:

# lógin um arbeiðsfremjandi tiltøksamtykt (nýskipan um rúmligan arbeiðsmarknað)
# Barnaverndarlógin dagførd við m.a. herdari fráboðanarskyldu
# Barnahús til børn, ið eru útsett fyri harðskapi og kynsligum harðskapi
# Barnaumboð eftir kravið frá ST barnarættindasáttmálanum sett á stovn
# Barnabati økta játtan til “Tú og eg ráðgevingina”
# Sorgarbólkurin Berin økta játtan, soleiðis at børn, ið hava mist teirra foreldur kunnu fáa stuðul og linna.
# Økt játtan til heimleys/hitastovuna á Herberginum
# Depil til fjølbrekað børn sett í gongd, og sum verður tikin í nýtslu í ár
# Vardir bústaðir til fólk við serligum avbjóðingum sett í gongd, og sum standa lidnir í 2015 í ávikavist Eysturoynni og Norðoyggjum.
#16 íbúðir til fólk við sálarsjúku sett í gongd, og sum standa lidnar í ár
# 2 mio. kr játtaðar til Fountain House, sum er eitt arbeiðsrættað tilboð til fólk við sálarsjúku.
# 250 tús kr játtaðar til kvinnuhúsið til m.a. sálarliga hjálp og ráðgeving.
# Eldralógin borin í Tingið
# Lóg um útlegging av eldraøkinum borin í Tingið
# Dagtilhald fyri dement í Vági og Fuglafirði
# 15 mió kr jattaðar eyka til eldraøkið í ár

Eg kundi hildið áfram við listanum, men størsta avbjóðingin fyri tveimum árum síðani var ein sparing á 218 mió sum varð løgd til almannaøkið at spara, men sum vit tíbetur fingu snara tann rætta vegin. Gamaní kann man altíð gera tingini betur, og vil eg til eina og hvørja tíð gera tað, men at siga, at onki er hent á almannaøkinum hesi 2 tey seinastu árini er ein sannleiki við ávísum modifikatiónum