Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Aliringar í 10,7 m. aldu

John William Joensen

Aliringarnir sum Fiskaaling setti út eystanfyri Nólsoynna í desembermánaða í fjør hava ligið støðugt í ódnarveðrið síðani, og hóast aldumátari hevur skrásett aldu sum var 10,7 metur høg hevur Fiskaaling staðfest at teir hava klára seg rímuliga væl

Aliringarnir sum Fiskaaling setti út eystanfyri Nólsoynna í desembermánaða í fjør hava ligið støðugt í ódnarveðrið síðani, og hóast aldumátari hevur skrásett aldu sum var 10,7 metur høg hevur Fiskaaling staðfest at teir hava klára seg rímuliga væl

Endamálið hjá Fiskaaling er at granska, menna og ráðgeva innan aling av vatnlivandi djórum og plantum og innan biotøkni. Harafturat at reka vinnuligt virksemi innan hetta virksemisøki og í desembermánaða í fjør fór Fiskaaling undir arbeiði at leggja tveir aliringar út eystan fyri Nólsoy í frástøðu millum hálvan og ein fjórðing úr landi. Men alliringarnir vóru ikki meira enn komnir at liggja tá ódnarveður brast á og síðani hevur veðrið verið sera ólagaligt og fleiriferðir rættiligt ódnarveður. Tí hevur tað ikki eydnast at fáa nótir ísettar og heldur er ikki øll máliútgerð sett upp enn. Ringarnir liggja eystan fyri Nólsoy í landnyrðing úr Skriðutanga. Frástøðan er millum ein hálvan og ein fjórðing úr landi. Ringarnir liggja vestan fyri ljóslinjuna frá Nólsoyar vita og í útsynningin úr SHEFA- 2 kaðalinum.

Ætlanin er at vita, um til ber at ala fisk á opnum havi undir Føroyum og tá vit tosaðu við stjóran í Fiskaaling, Kristian Petersen, var hann harmur um at tað ikki eydaðist at fáa alt klárt til ódnarveðrið.

– Vit náddu ikki at fáa nót og aðra máliútgerð ísetta áðrenn ódnarveðrið kom og tað er harmiligt. Men vit hava aldu og streymmálara (Sí her) og ringarnir hava verið í aldu sum er máld til 10,7 metur, sum er tað mesta vit vita um.

LES MEIRA UM VERKÆTLANINA OG FISKAALING HER

LES eisini her tá aldumátarin sleit og rak fyri vág og vind