Portalurin sum sambært vevlistanum í gjár var dottin niður á 19.000 brúkarar tann 10. februar, var eftir øllum at døma ikki rætt, tí nú er vevlistin dagførdur og sambært nýggjastu tølunum vóru 30.000 brúkarar í gjár á portalinum meðan 23.000 brúkarar vóru á in.fo.

Stjórin á portal.fo sigur við Norðlýsið at av einari ella aðrari tekniskari orsøk hevur goggle analytic, sum vevlistin far síni tøl frá, nógv longri um at telja vitjanirnar hjá portalinum, enn hjá hinum føroysku heimasíðunum.
Sostatt kom in.fo heldur ikki hesuferð á 1. plássi, um ikki onkrar vitjanir hjá in·fo ikki eru taldar við enn – livst so spyrst.
Í øllum føri hevur døgarin smakka væl hjá starvsfólkunum í Miðlahúsinum.