Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Emil er ónøgdur

Danial Viðoy

Emil Bjarnaskor er ónøgdur. Tað er kanska eisini til at skilja. Tí tað mesta, sum hann sigur, at hann fekk lovað, áðrenn hann flutti heim, er ikki komið upp á pláss enn. Almannaverkið og Heilsumálaráðið arbeiða alt ov seint, metir hann.

Emil Bjarnaskor er ónøgdur. Tað er kanska eisini til at skilja. Tí tað mesta, sum hann sigur, at hann fekk lovað, áðrenn hann flutti heim, er ikki komið upp á pláss enn. Almannaverkið og Heilsumálaráðið arbeiða alt ov seint, metir hann.

Emil er í slíkari støðu, at kroppur hansara krevur venjing, so at siga hvønn dag. Men hendan venjingin er ikki heilt komin upp á pláss enn. Bara fyri at nevna okkurt, sum enn ikki er komið upp á pláss. Emil hevur skrivað til Norðlýsið:

Bussurin manglar bert plátur

– Tað er nú soleiðis at eg flutti heim 3-9/2013; nú hava tann 28-1/2014. Men enn er onki hent av tí, sum eg bíði eftir. Eitt nú bussin havi eg ikki heilt fingið enn. Sambýlið, sum eg skal flyta inn í, hevur keypt ein buss. Bussurin er komin, men enn manglað pláturnar til hann.

– Tí spurdi eg ein spurning inni á Facebook, men eg fekk einki svar inn á har. Spurningurin ljóðaði soleiðis: “eg skal flyta inn í ein stovn, og tey hava keypt ein buss, men havi eg loyvi at brúka hann, tá eg ikki eri fluttur inn?

Tað verður bert snakkað, men eingi ítøkilig stig tikin

– Eisini siti eg og bíði eftir hesi umtalaðu íbúð, sum bleiv játtað fyri langari tíð síðani. Sum nú er búgvi eg á Dáanum, men tað er ikki høvuðsætlanin. Ætlanin er at eg skal flyta í eina nýggja íbúð, beint við síðunar av hesum stovni. Fyrst var ætlanin at eg skuldi vera úti í Dáanum seinasta novembur, síðani í Januar, men enn er onki hent við míni komandi íbúð. Tað verður bert snakkað um tekningar til komandi íbúðina, men tað verður eisini bara snakkað. Eg verði svakur av at bíða.

Vantar venjing

– Ikki at tala um venjing, sum eg stórliga havi brúk fyri. Tað er eitt mál, sum skuldi verða klárt um ársskiftið. Men heldur ikki har er nøkur loysn komin í málinum.

– Eisini hevur mangan verið spurt eftir einum manuellum koyristóli. Tey, sum eg var saman við í Danmark, søgdu at eg kom at hava brúk fyri einum; men tað er sum at tey á Heilsumálaráðnum ikki vilja lurta eftir.

Tað er nógv fyri!

– Hevði bara alt verið til reiðar, tá ið eg kom heim, hevði tað verði lættari fyri øll. Eg kundi hugsað mær at tað fór at ganga skjótari. Tað er nógv fyri, at man verður noyddur at fara í fjølmiðlarnar fyri at fáa hetta at ganga skjótari.

Men er tað ikki gott sum er?

Men kann eg so sum journalistur spyrja, hvussu dámar tær umstøðurnar, har tú ert nú? Eru umstøðurnar ikki fínar? – Eg hugsi at tú fært mat og drekka, hevur koyristól, familju og hjálparfólk rundan um teg? Hevur tú tað ikki nokkso gott hóast alt?

– Eg havi tað gott og umstøðurnar eru fínar her, men eg eigi ikki vera her, so eg vil út. Hetta er ikki er ikki tað, sum eg fekk lovað, fortelur Emil Bjarnaskor at enda.