Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

United og Arsenal skulu reisa seg

Danial Viðoy

Premier League: Bæði Manchester United og Arsenal komu illa frá farna umfari. Manchester misti á stokkinum og fekk bert eitt stig á heimavølli ímóti botnliðnum Fulham og Arsenal fekk ein lúsing á Anfield, tá ið Liverpool sendi Arsenal til hús aftur við einum 5-1 tapið.

Premier League: Bæði Manchester United og Arsenal komu illa frá farna umfari. Manchester misti á stokkinum og fekk bert eitt stig á heimavølli ímóti botnliðnum Fulham og Arsenal fekk ein lúsing á Anfield, tá ið Liverpool sendi Arsenal til hús aftur við einum 5-1 tapið.

Í kvøld kl. 19.45 bresta Arsenal og Manchester United saman í London.

Arsenal hevur klárað seg væl í ár, men hava snávað nakrar ferðir í seinastuni. Hjá teimum sær hóast alt ikki so galið út, tí við sigri í kvøld kunnu teir aftur leggja seg á fyrsta pláss. Chelsea snávaði í gjár á útivølli ímóti West Bromwich, so tað bert eru tvey stig niður til Arsenal á øðrum plássi.

Hjá Manchester United hevur ikki gingið, sum tað plagar. 25 umfør eru spæld og liggja teir á 7. plássi við 41 stigum. Manchester United fer ikki at varðveita enska meistaraheitið. Tað er so heilt víst. Og tað er sera ivasamt, um United fer at røkka einum fjórða plássið, sum gevur atgongd til Champions League.

Sum nú er, eru níggju stig upp til Liverpool á fjórða plássi. Tað er eingin ivi um, at United má vinna í kvøld, um teir enn skulu trúgva upp á eitt fjórðapláss.

Liverpool spælir á útivølli ímóti Fulham. Fulham liggur niðast á stigatalvuni, men megnaði tó at vinna eitt stig á Old Trafford farna umfar. Liverpool er favorittur at vinna hendan dystin í kvøld, men botnliðini í Premier League eru ikki at spæla við, tá ið kappingin er farin í helvt.

Men tað er eingin ivi um, at bæði Arsenal og Manchester United vilja reisa seg í kvøld. Arsenal vil yvirtaka fyrsta pláss og United vil vísa fyri áskoðarum, at enn er dugur í monnum og at enn trúgva teir upp á, at tað ber til.