Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

– Vit hava tikið ábyrgd

Danial Viðoy

Kvinnuflogbóltur: Tað sigur 21 ára gamla Jastrið Sivertsen, sum aftur í ár hevur vunnið steypakappingina við Mjølni. Mjølnir misti í fjør fleiri av størstu flogbóltsprofilunum í føroyskum flogbólti, men tað tykist ikki at nerva tær, sum eftir eru. – Vit hava tikið ábyrgd, sigur Jastrið.

Sofía Purkhús, Eina Kalsø og Birgit Guttesen hava verið millum tær sterkastu kreftirnar hjá Mjølni. Men tær hava ikki verið við hetta kappingarárið. Tað sæst ikki á stigatalvuni, tí Mjølnir liggur á odda, og hava Mjølnir kvinnurnar og genturnar í dag vunnið steypafinaluna greitt.

– Tær yngru, ið sum hava traðka til, hava veruliga tikið ábyrgd, fortelur Jastrið Sivertsen, sum er ein av berandi kreftunum hóast sín unga aldur.

– Tað, sum hevur borið okkum fram í ár, hevur eisini verið tað, at vit tora at taka avgerðir og tora at traðka til, sigur Jastrið Sivertsen.

Tær “sera” royndum kreftirnar gera helst eisini stóran mun hjá einum so ungum liðið. Nevnast kunnu Marjun Kalsø og Margit Joensen. Margit Joensen gjørdist dagsins leikari í dag.