Kanska ikki so eyðsýnt sum í gomlum døgum, men møguliga er hetta bara byrjanin. Tiltikna ”V” frammanfyri á búnanum verður aftur at síggja í ár.
Myndin er av nýggja KÍ búnanum, sum Effoliðið hjá KÍ kemur at brúka í 2014. Søguligu vinnandi KÍ liðini á mans síðuni hava tey flestu spælt við bláum búna og so einum ”V” (sum oftast hvítt) mitt eftir bringuni. Hetta mynstrið er nú á veg inn aftur á besta liðið, tí sum sæst so kemur eitt lítið hvítt ”V” at vera frammanfyri og á búnanum hómast eisini blátt ”V” mynstur. Møguliga er hetta bara byrjanin, har ”V’ið” verður enn meira eyðsýnt framyvir.
Í løtuni spælir KÍ sínar venjingardystir í venjingarbúnum, tí allir stuðlarnir ikki eru endaliga komnir uppá pláss, ið skulu á nýggja KÍ búnan. Men tað er neyvan nakað at ivast í, at serliga eldri parturin av KÍ viðhaldsfólkunum fer at taka væl undir við, at søgulig eyðkennir koma fram aftur á besta KÍ liðið. Eitt lið sum hevur eina ríka søgu.




