Dómaraskrivstovan váttar í morgun at Yvirfriðingarnevndin, sum skal endaliga taka støðu til byggingina av bátahyli og neystum í Leirvík, hevur fund um málið í morgin.
Dómaraskrivstovan váttar í morgun at Yvirfriðingarnevndin, sum skal endaliga taka støðu til byggingina av bátahyli og neystum í Leirvík, hevur fund um málið í morgin.
“…Overfredningsnævnet afholder møde i morgen, og udgangspunktet er, at alle sager behandles. Det er dog ikke i alle tilfælde muligt at træffe afgørelse uden afholdelse af yderligere møder….”
Málið um bygging av neystum og bátahyli á Toftnesi í Leirvík var viðgjørt í lokalu friðingarnevndini fyri Eysturoy í september mánað í fjør. Karl Jóhannesen, sýslumaður, sum í hesum málinum var formaður tí sýslumaðurin í Eysturoynni segði seg verða ógegnigan, sigur at nevndin staðfesti at baði neyst og bátahylur eru bygd uttan loyvi og at nevndin kravdi at kommunan fjernaið neystini. Málið var sent yvirfriðingarnevndini.
Í summar kom kærunevndin í lendismálum til tað niðurstøðu at nýggi bátahylurin, neyst á Toftnesi og nýggi vegurin gjøgnum leirvík vóru bygd uttan nakra heimild og neyðug loyvi og samstundis ógyldaði kærunevndin byggiloyvi.
Lokala friðingarnevndin tók síðani málið upp og viðgjørdi málið hálvan september í fjør.
– Nevndin er komin til tað niðurstøðu at byggingin av neystum og bátahyli í Leirvík er farið fram uttan neyðug loyvi. Tí er niðurstøðan at neystini skullu takast niður og málið er sent yvirkærunevndini sum eftir ætlan fer at viðgera málið um hálvan oktober, segði formaðurin í friðingarnevndini, Karl Jóhannesen sýslumaður, í samrøðu við Norðlýsið tann 26. september 2013.
Nú er vátta at yvirfriðingarnevndin skal hava fund tann 18. í hesum.




