Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ímeðan vit bíða eftir arbeiði

ALS

Hvussu sær ein arbeiðsleysur seg sjálvan? Hvussu sær ein arbeiðandi ein arbeiðsleysan? Og hvussu er í heila tikið rollan hjá tí arbeiðsleysa í føroyska samfelagnum?

Hvussu sær ein arbeiðsleysur seg sjálvan? Hvussu sær ein arbeiðandi ein arbeiðsleysan? Og hvussu er í heila tikið rollan hjá tí arbeiðsleysa í føroyska samfelagnum?

M.a. hetta verður lýst í kvøldsetuni Ímeðan vit bíða eftir arbeiði”, sum ALS skipar fyri í sambandi við rundferðina í Føroyum, har vit á ALS fara at tosa við øll okkara viðskiftafólk og á henda hátt fáa betri persónligt samband við tey, fyri at bøta um møguleikarnar fyri at fáa arbeiði aftur.

Á kvøldsetuni verður varpað ljós á tilveruna sum arbeiðsleys/ur við m.a. framløgum, sjónleiki, gestavitjanum o.ø.

Varpað verður ljós á hesi viðurskifti bæði við álvara og skemti. Áhoyrararnir fara at fáa innlit í tankar og støður, arbeiðsleys fólk koma í – við øðrum orðum kann man siga, at áhoyrararnir sleppa inn í al(s)heimin hjá teimum arbeiðsleysu.

Hvørjum er tiltakið ætlað?

Kvøldsetan er fyrst og fremst ætlað teimum arbeiðsleysu, men øll eru hjartaliga vælkomin og kunnu fáa nakað burtur úr tiltakinum. Evnið er viðkomandi og eitt sindur tabukent.

Arbeiðsloysið kann raka okkum øll. Og um tú ert áhugaður í at hoyra meiri um støðuna, ein kemur í, tá ein knappliga er uttan arbeiði, so er tiltakið nakað fyri teg!

Hví skipar ALS fyri eini slíkari kvøldsetu?

Endamálið við kvøldsetuni er at varpa ljós á arbeiðsloysið sum eina av natúrligu treytunum, tá fólk eru á arbeiðs-marknaðinum. Øll kunnu gerast arbeiðsleys – óansæð hvør orsøkin er, hevur tað avleiðingar.

ALS vónar at síggja nógv fólk til kvøldsetuna, sum er ókeypis

Kvøldsetur verða í Atlantis í Klaksvík mikudagin 19. februar.

Kl. 13.00 verður hon fyri viðskiftafólkum hjá ALS, og kl. 19.00 er kvøldsetan fyri almenninginum.

Kvøldsetan varir beint yvir 2 tímar, og hon er ókeypis. Øll eru hjartaliga vælkomin