Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Portrið

Dávur Winther

Fyrilestur sum Frits Johannesen listamaður heldur i Smæruni týskvøldið 18. februar kl. 19.30

Í skúlanum hevur Frits alt hópin av góðum gentukórum, sum kunnu kallast eitt vørumerki fyri Fuglafjørð. Frits hevur teknað nógv – hesar tekningarnar hevur hann onkuntíð nýtt til ummælir av konsertum ella listaframsýningum. Frits hevur málað nógv og hevur eisini gjørt træskurir og relieffir úr beton t.d. listaprýðið á endavegginum á skúlanum, sum eisini er kirkja og bønhús á Hellunum. Eisini hevur Frits listprýtt nýggja barnagarðin á Kambsdali. Frits er útbúgvin lærari og hevur tikið ymisk skeið innan list í Danmark á læraraháskúlanum.

Frits hevur eisini skrivað løg og útsett tey fyri kór – hann hevur týtt og yrkt sangir. Hevur stjørnað fleiri kórum, sum hann eisini hevur ferðast víða við – í norðurlondum og í USA. Í skúlanum var Frits ein fongur at undirvísa í fakum innan kreativa økið – litarligar greinar, sang og tónleik.

Frits hevur verið talsmaður fyri, at skilagott hevði verið at m.a. listasøga, heimspeki og arkitekturur áttu at verið undirvísingargreinar í fólkaskúlanum.

Frits plagar ikki at dáma, at hann verður kallaður listamaður, men tað er ringt at koma uttanum, at so er.

Fyrilesturin

Frits, sum altíð hevur eyguni við sær og er góður eygleiðari, hugsar um tað, sum fyri ferst og rekur fram við hann. Summi av hesum hugarákum festir hann á blað ella á lørift.

Vit darta út og inn um durar og portur dag og dagliga. Onkuntíð fara vit um lið, skørð, um poll og skorðar millum bygdir. Vit flyta okkum eisini um portur á bryggjukanti og flogvøllum í annan heim. Soleiðis sigur Frits m.a. um fyrilestur sín.

Manigir sjómenn eru farnir um nes og tanga út á tað víða hav og spurdust kanska ikki aftur. Báturin varð drigin úr neysti, fór út um gjáarmunnan, út um lendingina, út millum firðir og sund, út á tað víða hav, har ímyndin av portrinum var kanska millum Kall og Nasa eitt natúrvakurt hugtak um eitt av natúrunnar vakrastu portrum.

Hetta er tað, sum frásøgnin snýr seg um, har Frits Johannesen eisini styðjar seg til ymiskar myndir, ið nýttar verður, sum eru frásøgnini viðkomandi.

Tónleikur

Undan og eftir fyrilesturin, sum er um ½ tíma, spæla Monika Stauss Joensen, violin og Helene Ringgenberg, klaver

Monika og Helene eru báðar úr Sveits. Tá ið Ólavur Hátún í síni tíð fekk heimskenda dirigentin og kórleiðaran Willi Gohl, sála, til Føroyar at framføra fleiri av kendastu kórverkunum, var Helene oftast við sum fastur cembalistur. Til dagligt er Helene Ringgenberg organistur í Bern, høvuðsstaðnum í Sveits.

Monika Stauss Joensen og Helene Ringgenberg hava havt fleiri konsertir í Sveits og í Føroyum, og eisini hava tær spælt í Odense og í San Luis Obispo í USA, har tær vóru við í Music and Art for Youth.

Hesa ferð hava teir báðar nakað serligt á skránna. Týska tónaskaldið Felix Mendelssohn (1809-1847), sum byrjaði at framføra sum pianistur bert 9 ára gamalur, hevur skrivað eina sonatu fyri brasj og klaver. Hesa sonatuna hevur Helene skrivað um til violin og klaver. Vit hoyra brot úr hesari sonatuni og eisini stutt brot frá Mozart (1756 – 1791) og kanska okkurt føroyskt eisini.

Øll eru hjartaliga vælkomin í Smæruna í kjallaranum á Heygnum týskvøldið 18. februar kl. 19.30.

Eftir tónleikabrotini og fyrilesturin, sum eisini er ein framløga í myndum, verður møguleiki at keypa ein kaffi- ella temunn afturvið einum kakubita.