Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fiskiskip skulu hava sáttmála við manningarfeløgini

Javnaðarflokkurin

Treytin fyri at fáa fiskiloyvi skal vera, at skipið hevur sáttmála við manningarfeløgini. Og tað skal fáa avleiðingar um sáttmálarnir ikki verða hildnir. Hetta heldur Javnaðarflokkurin, sum nú, triðja árið á rað, leggur uppskot fyri tingið um at broyta lógina um vinnuligan fiskiskap.

Javnaðarflokkurin:

Treytin fyri at fáa fiskiloyvi skal vera, at skipið hevur sáttmála við manningarfeløgini. Og tað skal fáa avleiðingar um sáttmálarnir ikki verða hildnir. Hetta heldur Javnaðarflokkurin, sum nú, triðja árið á rað, leggur uppskot fyri tingið um at broyta lógina um vinnuligan fiskiskap.

Javnaðarflokkurin sigur, at tað er alneyðugt at tryggja, at manningar á fiskiskipum undir føroyskum flaggi verða løntar sambært galdandi sáttmálum. Tað er javnan frammi, at ávís skip partvíst eru mannað við undirløntari útlendskari arbeiðsmegi. Avleiðingin av hesum er, at tey rættindi, sum fiskimannafeløgini hava vunnið seinastu øldina, verða undirgravað.

Hendan gongd skeiklar føroyska arbeiðsmarknaðin, og verður einki gjørt, er ikki óhugsandi, at óskilið kann vinda uppá seg.

Sum áður nevnt, hevur Javnaðarflokkurin lagt sama uppskot fram tvær ferðir; á vári í 2012 og aftur í 2013. Báðar ferðir fall uppskotið við teirri grundgeving frá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard, og frá samgonguni sum heild, at Løgtingið ikki skal áseta lønarviðurskiftini á arbeiðsmarknaðinum við lóg.

Men veruleikin er tann, at lógarbroytingin ikki ásetir lønarviðurskiftini á arbeiðsmarknaðinum, men at hon hinvegin tryggjar at viðurskiftini eru skipað, so fiskiskip framyvir noyðast at halda seg til sáttmálarnar hjá manningarfeløgunum.

Javnaðarflokkurin vónar, at flokkarnir, sum vrakaðu uppskotið tær báðar fyrru ferðirnar, Sambandsflokkurin, Fólkaflokkurin, Miðflokkurin og Sjálvsstýrisflokkurin, taka undir við uppskotinum hesaferð.

Uppskotið verður lagt fram á tingfundi í dag týsdagin 18. februar.

Javnaðarflokkurin