Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nú er brúk fyri at savna allar góðar kreftir – tí skúlabyggingin skal í gongd í ár

Jógvan Skorheim

Vit standa framman fyri enn einari stórari skúlabygging í Klaksvík, og tí er umráðandi, at allar góðar kreftir verða savnaðar um at fáa tað best møguliga úrslitið heldur enn at kritiserað og illtonkja tað, sum gjørt er í farnum valskeiðum.

Vit standa framman fyri enn einari stórari skúlabygging í Klaksvík, og tí er umráðandi, at allar góðar kreftir verða savnaðar um at fáa tað best møguliga úrslitið heldur enn at kritiserað og illtonkja tað, sum gjørt er í farnum valskeiðum.

Tað er ilt at vita, hvat endamál Eyðstein Poulsen, nývaldur býráðslimur, hevur við at skriva so niðrandi um mín persón og leiklut í málinum um skúlabygging, sum hann ger í miðlunum í dag.

Men um endamálið hjá nývalda býráðsliminum er at steðga ella útseta ta skúlabygging, sum vit nú hava sett pening av til á fíggjarætlan býraðsins, so verður hann vónbrotin, tí nýggjur skúli verður bygdur, um tað so verður við ella uttan Eyðstein Poulsen.

Skúlabyggingin hevur allar fremstu raðfesting hjá býráðsmeirilutanum

Givið er, at um ein hyggur nøkur ár og áratíggju aftur í tíðina hjá Klaksvíkar Kommunu, so hevur skúlabygging neyvan havt hægstu raðfesting hjá fleiri av undanfarnum býráðum, og tí er ógvuliga umráðandi, at vit ikki nú aftur fara út í stríð um hesa týdningarmiklu skúlabygging. Nei, nú skal hetta loysast úr lagdi, so sum sitandi býráðsmeiriluti hevur sett sær fyri.

Lat meg sláa fast, at hetta er tað málið, sum vit í býráðsmeirilutanum hava raðfest allar ovast, og tí skal meira enn illgitingar frá einum nýggjum býráðslimi til at steðga nýggja skúlanum.

Tá hetta er sagt, so má eg eisini ásanna, at álop kunnu koma, har ein minst væntar. Hetta kann eg bara staðfesta, eftir at hava lisið tær púra ógrundaðu ákærurnar mótvegis mær, sum nývaldi býráðslimurin nú kemur við í miðlunum.

Einki so stórt mál sum hetta verður borið ígjøgnum av einum einsamallum býráðslimi. Tí fegnist eg um, at undanfarna býráð einmælt tók undir við fyriliggjandi byggiskrá, hóast tað nú vísir seg at verða neyðugt við nøkrum dagføringum.

Lat tað verða sligið púra fast, at mítt fremsta mál er at fáa til vega ein skúla, sum rúmar eitt gott og fjølbroytt undirvísingartilboð til okkara dugnaliga og evnaríka ungdóm.

Spakin verður settur í seinni í ár
Málið um víðari tilgongd er lagt fyri avvarðandi nevndir og býráðið í hesum fundarumfarinum við tilmæli um, at ein arbeiðsbólkur – mannaður við umboðum fyri allar skúlarnar og kommununa – verður biðin at gera uppskot um, hvussu skúlarnir í Klaksvík skulu skipast bygnaðarliga.

Býráðið fer síðan at taka endaliga støðu til skúlabygnaðin. Henda mannagongd er sambært reglunum hjá Mentamálaráðnum, tá ið ein kommuna tekur avgerð um skúlabygnað.

Eftir hetta er klárt at fara undir sjálva byggitilgongdina, har spakin verður settur í jørðina seinni í ár.

Víðari skúlabyggingin er ein ómetaliga spennandi avbjóðing, sum hevur týdning fyri nógv heim í kommununi, og tí er ógvuliga umráðandi, at savna allar góðar kreftir um tað, so vit náa tí best møguliga úrslitinum.

Klaksvík, 20. februar 2014

Jógvan Skorheim

Borgarstjóri