Jóannis Sørensen av Viðareiði, sum er ein nokkso royndur myndamaður eftir hondini, var aftur úti í nátt við myndatólinum. Norðlýsið stóð fyri skotum og varð fangað. – Myndirnar eru góðar fyri ferðavinnuna.
Jóannis Sørensen av Viðareiði, sum er ein nokkso royndur myndamaður eftir hondini, var aftur úti í nátt við myndatólinum. Norðlýsið stóð fyri skotum og varð fangað. – Myndirnar eru góðar fyri ferðavinnuna.
Portalurin hevur í morgun eina grein um nakrar av myndunum, sum Jóannis hevur tikið.
PORTAL.FO: SJÁLDSAMA VAKURT OG LITRÍKT NORÐLÝSI Í NÁTT
Jóannis Sørensen, sum hevur fingið nakrar lærusveinar afturat sær, er altíð klárur við myndatólinum og letur ikki nakra vakra hending fara aftur um bak, uttan at hendingin er fangað.
Hann hevur fingið nógvar góðar myndir eftir hondini og aftur í nátt gretti hjá honum. – Hann sigur við portalin, at tað í nátt ikki var talan um eitt vanligt norðlýsi, men um eitt ómetaliga sterkt norðlýsi. Sterka norðlýsið var at síggja heilt suður til Týsklands.
Vekir ans uttan út heimi
Nógvar av myndunum hjá Jóannisi vekja ans uttan úr heimi. Myndin, sum varð løgt út á netið í gjárkvøldið er væl dámd, kann sigast. Júst nú eru út ímóti 230, sum hava dámað og ikki minni enn 138 hava deilt myndina.
Leggjast skal afturat at myndin bert hevur ligið á netinum í 12 tímar. Og tað eru ikki bert føroyskar viðmerkingar. Viðmerkingar koma kring allan heimin.
Tað er eingin ivi um at slíkar myndir eru við til at seta Føroyar á heimskortið, og slíkar myndir draga heilt víst eisini útlendingar til Føroya til gagns fyri ferðavinnuna.
FACEBOOKSÍÐAN HJÁ JÓANNISI SØRENSEN
Vit takka portal.fo fyri lán.




