Tað var eitt av meira laku avrikunum hjá Team Klaksvík, tá Kyndil í kvøld vann tryggan sigur í Klaksvík.
Tað er ikki vanligt, at Team Klaksvík longu í hálvleikinum er greitt aftanfyri á heimavølli, men soleiðis var í kvøld. 17-9 til Kyndil talar fyri seg og í seinna hálvleiki øktist munurin spakuliga. Endaliga úrslitið var 35-19 til Kyndil. Kyndil staðfesti sostatt sína støðu sum besta liðið í kalendara árinum 2014.
Hjá Team Klaksvík var Vilhelm Vilhelmsen toppskjútti við 4 málum. Sámal á T. Olsen, Andrias Ellingsgaard og Jens Pauli Mohr skoraðu 3 mál. Hjá Kyndil var Hørður F. Sigtórsson toppskjútti við 5 málum.
Dómaralistin er viðheftur í myndunum niðanfyri.




