Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nógv tónleikatiltøk í Gøtu kirkju í føstuni

John William Joensen

Nógvur tónleikur fer at verða framførdur í Gøtu kirkju í føstuni í ár. Talan verður millum annað um tvey stór kórverk og tónleikaframførslur undir føstuguðstænastum.

Nógvur tónleikur fer at verða framførdur í Gøtu kirkju í føstuni í ár. Talan verður millum annað um tvey stór kórverk og tónleikaframførslur undir føstuguðstænastum.

Undir føstuguðstænastuni mikukvøldið 5.mars fer Tóri Restorff Jacobsen millum annað at spæla celloverk eftir J.S.Bach. Tær komandi føstuguðstænasturnar verða framførslur við: Eystanljóð, Ólavur Jakobsen á guitar, Gøtu kirkju ungdómskóri, Jósef Zachariassen á flygul og Bethania kórinum úr Gøtu.

Í apríl mánaði fer kórið Tarira undir leiðslu av Petur Martin Johannesen, at framføra kórverkið “Missa Papae Marcelli” eftir Palestrina. Talan er um eitt – fyri sangararnar – sera tekniskt krevjandi kórverk. Skírisdag fer kórið Eystanljóð undir leiðslu av Leif Hansen, at framføra stóra kórverkið “Requiem” eftir W.A.Mozart og páskadag fer ungdómskórið við Gøtu kirkju undir leiðslu av Símun Hammer, at seta dám á hátíðarguðstænastuna.

Leggjast skal afturat at Gøtu kirkja seinni í ár fer at fáa nýggja urgu. Talan er um urguna, sum áður hevur staðið í Samuels kirkjuni í Keypmannahavn. Urgan verður í løtuni gjørd í stand og útbygd hjá Husted orgelbyggeri í Fredensborg. Tá hon fer at standa liðug, verður talan um størsta ljóðføri í Føroyum. Í samband við nýggju urguna verða eisini fleiri tónleikatiltøk í kirkjuni.