Harley
Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Besta Kjøt í Fuglafirði

Tíðindaskriv

Leygarkvøldið 8. Mars kl. 19.00 verður kjøtsmakking í Mentanarhúsinum, har Besta Kjøtið í Fuglafirði skal finnast. Á skránni er m.a. kjøtsmakking, innsløg um seyðahald, sera góð 3-rætta matskrá, undirhald, góður dansur og ymiskt annað.

Hetta er næsta árið Besta Kjøtið í Fuglafirði verður funnið uppá hendan mátan, og vinnarin fyrsta árið gjørdist Gjógvará hagi við Jørmund Lambaa á odda. 9 hagar eru við í kappingini og spennandi verður hvør stendur við steypinum hesaferð.

Á skránni er:
– Kjøtsmakking

– Innsløg um seyðahald

– Forrættur: Seyðarhøvda terrin v/reyðrótamosi

– Drykkjuvørur: Útvalt frá Føroya Bjór

– Høvuðsrættur: Braseraður føroyskur bógvur v/ølglace, petit eplum og bakaðum grønmeti

– Drykkjuvørur: Útvalt frá Føroya Bjór

– Omaná: Sjokolátakøka og Tiramisu v/rabarbukompot

– Kaffi og avec.

– Vatn og sodavatn alt kvøldið

– Gott borðhald v/Hilmar Jan Hansen

– Dansur viðBrim

Kostnaður 550,- og einans 150 atgongumerki eru til sølu.

Atgongumerki kunnu keypast í Haraldsen / FK í Fuglafirði og á www.ebillett.fo.

Dansurin við Brim byrjar kl. 24.00 og er almennur. Kostnaðurin er 120,- fyri at sleppa inn til dansin.

www.mh.fo

Harleyfacadeacryl