Seinnapartin, um sekstíðina, kom Líðhamar aftur av útiróðri. Teir hava verið norðanfyri á várgrunninum, og væl lá fyri. Peter Joleif Svøðstein, skipari sigur, at teir meta veiðuna til gott 13.000 pund.
Góð fýra av hýsu, nýggju av toski og túsund pund av rognum. Veðrið var av tí allarbesta ídag, men tað rak hart ídag. Menn vænta eisini góðan prís á fiskinum í morgin. Líðhamar var einasti av størri klaksvíksbátunum, ið var úti ídag.




