Í samband við at Gøtu kirkja fer at fáa nýggja urgu seinni í ár, verður skipa fyri trimum fyrilestrum um klassiska tónleikasøgu. Fyrilestrarnir verða skipaðir við framløgu, drekkamunni sálmasangi og tónleikadømum úr ymsu tíðarskeiðunum. Eisini verður greitt frá um nýggju urguna.

Í fyrsta fyrilesturin fer Gudmund Mortensen, dómorganistur, at røða um renæssansuna, sum var tíðarskeiði frá uml. 1400 til 1600. Fleiri av okkara kendastu sálmum og sálmaløgum eru úr hesum tíðarskeiðinum og kann tíðarskeiðið eisini sigast at verða vøggan hjá klassiksum tónleiki. Ein av tónasmiðunum innan kirkjutónleik hetta tiðarskeiði, var Giovanni Pierluigi da Palestrina. Palestrina skrivaði fleiri stór kórverk, og fer kórið Tarira at framføra eitt av hansara verkum í apríl mánaði í ár.
Næsti fyrilesturin verður um barok tíðina, sum var tíðarskeiði frá uml. 1600 til 1750. Tað verður listamaðurin, tónleikalærarin og tónasmiðurin Sunleif Rasmussen, sum fer at røða. Eisini úr hesum tíðarskeiðnum eru fleiri kendir sálmar og sálmaløg, sum enn verða sungin. Nakrir av tónasmiðunum úr hesum tíðarskeiðinum vóru J.S.Bach, D.H.Buxtehude, G.F. Händel og A. Vivaldi
Triði fyrilesturin verður við Boga Lützen, fyrrverandi tónleikalærara og ein av stovnarunum av Føroya symfoniorkestri. Bogi fer at røða um eitt av yngru tíðarskeiðinum í tónleikasøgu okkara.
Fyrilestrarnir verða trý komandi fríggjakvøldini kl 19.30 í Gøtu kirkju.