Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

in.fo hevur einki at krógva

Eirikur Lindenskov

Tað eru ikki hissini insinuering, sum Frank Djurhuus Jakobsen, sølumaður á Portalinum, kemur við í grein á Norðlýsinum í dag.

Tað eru ikki hissini insinuering, sum Frank Djurhuus Jakobsen, sølumaður á Portalinum, kemur við í grein á Norðlýsinum í dag.

in.fo er orsøkin til, at Portal.fo ikki vil vera á vevlistanum, www.vevlistin.fo.

» – Síðan in.fo kom upp á listan, hava misvísandi tøl ferð eftir ferð verið at sæð á listanum, og hetta gongur móti endamálinum við at verða á slíkum lista«,er Frank Djurhuus Jakobsen endurgivin fyri at siga.

Tað er rætt, at in.fo tvær ferðir hevur havt slíkar trupulleikar. So skjótt vit hava varnast teir, so hava vit tikið okkum av listanum, til hesi viðurskifti eru fingin upp á pláss. in.fo hevur avgjørt einki at dylja við okkara lesaratølum. Vit eru fegin um, at vit upp á hálvt ár hava arbeitt okkum inn á lesaratølini hjá Portalinum, sum Miðlahúsið brúkti 13 ár um at byggja upp.

Tá nú Frank Djurhuus Jakobsen hevur starvast á flest øllum teimum størru miðlum, sum eru í landinum, so átti hann kanska at vitað best. Hann kennir integritetin hjá til dømis okkum í Miðlahúsinum, hjá teimum Kringvarpinum og hjá teimum á Portal.fo.

Tað er tó undir alt lagmark, at sølumaður á Portalinum skjýtur okkum í skógvarnar, at vit kanska tilætlað snýta.

Vit liva av at selja lýsingar, og tað krevur, at okkara integritetur er í ordan. Tað er ikki okkara stílur at renna undan øðrum, sum klára seg næstan líka væl, sum vit – ella kanska betur.

Vit vilja fegin standa á lista saman við øllum, bæði stórum og smáum.