Harley
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

– Somu lið ganga aftur hesaferð

Jákup Ósá

Klaksvíkingar tippa um Effodeildina: Aftur í kvøld kemur ein fótbólts áhugaður klaksvíkingur við sínum boði uppá, hvussu tað fer at enda í Effodeildini í 2014.

Klaksvíkingar tippa um Effodeildina: Aftur í kvøld kemur ein fótbólts áhugaður klaksvíkingur við sínum boði uppá, hvussu tað fer at enda í Effodeildini í 2014.

Hesaferð er tað Atli Jacobsen, sum fer at meta um liðini og leikararnar. Hann hevur nógv av liðunum, sum frammanundan eru sett til hesi ávísu plássini. Hann tippar soleiðis:


FM vinnari: HB

Nummar 2: EB/Streymur

Nummar 3: KÍ

Nummar4: Víkingur

Niðurflytari: Skála

Niðurflytari: B68

Ársins toppskjútti í Effodeildini: Arnbjørn Hansen (EB/Streymur)

Ársins leikari í Effodeildini: Arnbjørn Hansen (EB/Streymur)

Ársins stjørnuskot í Effodeildini: Poul Ingason (HB)

Besta ”keypið í Effodeildini: Jóhan Símun Edmundsson (AB)

Les aðrar tippingar um Effodeildina 2014:

– Fáa ein nýggjan FM vinnara

– FM heitið endar í Eysturoynni

– Bæði Havnarfeløgini í topp 4

– Klettskarð fær aftur eitt framúr kappingarár

– Stendur millum KÍ og HB


Um táttin ”Klaksvíkingar tippa um Effodeildina”:

Hvørt kvøld fram til leygardagin 15. mars fara tilvildarliga útvaldir fótbólts áhugaðir klaksvíkingar at tippa um Effodeildina 2014 á nordlysid.fo. Landskappingin í Effodeildini byrjar leygardagin 15. mars. Vit spyrja um topp 4, niðurflytarar, ársins leikara, stjørnuskot, toppskjútta og ársins ”keyp”. Við ársins stjørnuskot eru krøvini, at talan skal vera um U21 leikara, sum enn ikki hevur fingið sítt veruliga gjøgnumbrot í Effodeildini, meðan eitt ”keyp” meinast við ein leikara, sum er komin til felagið uttanífrá og sum ikki spældi við sama felagnum í fjør.